Aarhus

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Havnin í Århus.

Aarhus ella Århus er á eysturstrondini í Jútlandi og er næststørsti býur í Danmark. Har er stór jarnbreytastøð, og býurin er týdningarmikil handils- og ídnaðarbýur. Í miðbýnum eru leikhús, dómkirkja og tað vakra tónleikahúsið. Skipaferðslan er nógv. Í býnum er eisini skipasmiðja.

Í allari Århus búgva nú 259.754 fólk. Århus er í Århus kommunu. Í Århus kommunu búgva 307 000 fólk.