Eik Banki

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Føroya Sparikassi)

Eik Banki ella bara Eik er eitt føroyskt partafelag, sum rekur bankavirksemi í Føroyum. Eik Banki varð stovnaður í 1832 undir navninum Færø Amts Sparekasse. Í 1963 fekk Færø Amts Sparekasse nýtt navn og varð kallaður Føroya Sparikassi. Hetta navnið helt fram til 18. desember 2006, tá ið bankin fekk navnið Eik Banki[1].

Eik hevði í 2007 354 fulltíðar starvsfólk og 16 deildir kring landið. Í 2012 hevur Eik 210 fulltíðar starvsfólk og 9 privatdeildir kring landið.

Eik Banki, og serliga danski parturin av Eik Banka, varð hart raktur av fíggjarkreppuni, sum rakti í september 2008. Tvey ár seinni mátti bankin ásanna, at ikki bar til at halda fram í verandi líki. Eik Banki læt Eik Bank Danmark fara, og varð yvirtikin av Finansiel Stabilitet A/S. Finansiel Stabilitet A/S, sum hevði skotið 2 milliardir krónur í Eik Banka í nýggjum partapeningi, seldi 6. apríl 2011 70 prosent av partapeninginum til TF Holding P/F. Tey seinastu 30% eigur Finansiel Stabilitet enn, men TF Holding hevur møguleika fyri at keypa henda partin seinni.

Virksemi[rætta | rætta wikitekst]

Eik Banki eigur dóttirfelagið P/f Inni.

Harumframt hevur Eik fyrr keypt, men hesi feløg eru ikki longur partur av Eik:

Harumframt hevur Eik verið stórpartaeigari í Investea A/S og Spron.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Stjórar og stjórnarlimir í Eik Banka/Føroya Sparikassa/ Færø Amts Sparekasse

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Eikirøtur, s.374.

Útvortis ávisingar[rætta | rætta wikitekst]

Heimasíðan hjá Eik Banka