Fíggingargrunnurin frá 1992
Fíggingargrunnurin frá 1992 (á donskum Finansieringsfonden af 1992) er føroyskur grunnur, ið hevur sum endamál at seta í og eiga partapening og eftirstillaðan kapital í BankNordik (fyrr æt Føroya Banki). Føroya Landsstýri velur formann og 3 limir í nevndini fyri grunnin, og síðani velja hesir ein fimta lim til nevndina.
Grunnurin varð stovnaður av Landsstýrinum og tí donsku stjórnini tann 2. november 1992 sum partur av bjargingini av teimum stóru føroysku bankunum Føroya Banka og Sjóvinnubankanum. Fíggingargrunnurin hevði ein høvuðsleiklut í bankakreppuni í 90-árunum vegna sín ognarlut í føroyska bankakervinum, og av tí at danska stjórnin tá valdi meirilutan av nevndini í grunninum, meðan landsstýrið bara valdi minnilutan.
Í avtalu frá 10. juni 1998 millum donsku stjórnina og landsstýrið varð avgjørt, at landsstýri framyvir skuldi velja nevndina í grunninum.
Í mun til vanligir vinnurekandi sjálvsognargrunnar er Fíggingargrunnurin serligur av tí, at við lóg til ber hjá honum at útluta vinningsbýti til ein stovnara, Føroya Landsstýri.
Leiklutur í Bankakreppuni
[rætta | rætta wikitekst]Upprunaliga endamálið við grunninum var:
- At innskjóta og eiga ognarkapital í størri føroyskum bankum
- At luttaka í bygnaðarbroytingum í føroyska vinnulívinum.
Fyrsta uppgávan hjá grunninum var í 1992 at skjóta pening á 475 mió. kr. í Sjóvinnubankan, sum var komin í stórar fíggjarligar trupulleikar. Í 1993 setti Fíggngargrunnurin nýggjar 1.185 mió. kr. í Sjóvinnubankan, og aðrar 1.025 mió. kr. í Føroya Banka.[1] Harvið hevði grunnurin sett tilsamans 2.685 mió. kr. í hesar báðar bankarnar[1]. Upphæddina hevði grunnurin fingið sum innskot frá Føroya Landsstýri, ið hevði fíggjað innskotið við at lána peningin frá donsku stjórnini (tó vóru 200 mió. kr. komnar frá Íleggingargrunninum beinleiðis sum lán til Fíggingargrunnin). Landskassaskuldin var sostatt vaksin sera nógv av bankabjargingunum.
At Figgingargrunnurin var eigari av báðum bankunum førdi so til, at bankarnir avgjørdu tann 11. apríl 1994 við virknaði frá 1. januar 1994 at leggja saman í ein banka, har Sjóvinnubankin varð tann framhaldandi bankin, men at navnið hjá Føroya Banka varð brúkt[2]. Hesin samanlagdi bankin broytti seinni navn til BankNordik.
Endamálið hjá Fíggingargrunninum var upprunaliga bara at skjóta kapital í størri bankar í Føroyum. Hetta førdi við sær, at tá ið Fossbankin kom í fíggjarliga trupulleikar á heysti 1993, var tað eingin, sum stóð honum til bjarging.
Hildið var í Føroyum, at grunnurin hevði ov stóra ávirkan á føroyskt vinnulív, serliga sæð í mun til at stjórnin valdi meirilutan í grunninum. Grunnurin hevði tí ein avgerandi leiklut í tí ríkisrættarligu kreppu, sum var millum Føroyar og Danmark í 90-árunum. Við avtaluni tann 10. juni 1998 misti danska stjórnin rættin at velja nevnarlimir til Fíggingargrunnin, meðan landsstýri framyvir skuldi velja formann og 3 nevndarlimur. Hetta loysti í stóran mun misálitið millum Føroyar og Danmark. Samstundis varð endamálið hjá grunninum broytt soleiðis, at endamálið einans var at eiga partapening í Føroya Banka.[3]
Lex Føroya Banki
[rætta | rætta wikitekst]Fíggingargrunnurin er formliga skipaður sum eitt sjálvsstøðugt rættarsubjekt. Eftir vanligum grunnarættarligum reglum eigur tí ikki at bera til at luta út til stovnara ella tann, ið velur nevndina, fyri at varðveita óheftni hjá tí sjálveigandi grunninum. Tá Føroya Banki aftur byrjaði at fáa yvirskot og lata út vinningsbýti í 1996, bar tí ikki til hjá grunninum at lata vinnngsbýti víðari til landsstýri. Gjørt var tí ein serlig Lov om Finansieringsfonden af 1992 (ofta millum manna kallað "Lex Føroya Banki"), har tað við Fólkatingslóg varð heimilað Fíggingargrunninum at luta út vinningsbýti til Landsstýrið.[4]
Fíggingargrunnurin í dag
[rætta | rætta wikitekst]Í nógv ár eftir bankabjargingarnar átti Fíggingargrunnurin útvið 100% av Føroya Banka. Í samband við børsskrásetingini hjá Føroya Banka 26. juni 2007 seldi Fíggingargrunnurin 66% av partapeninginum í Føroya Banka og læt innkomnu upphæddina víðari til Landsstýrið. Ognarluturin hjá grunninum í Føroya Banka hevur síðani verið 33%.
Formenn í grunninum
[rætta | rætta wikitekst]- 1992-1995 Richard Mikkelsen (fyrrverandi danskur tjóðarbankastjóri)
- 1996-1998 Knud Heinesen (fyrrverandi danskur fíggjarmálaráðharri)[5]
- 1998-2005 John P. Danielsen (táverandi fíggjarstjóri í SEV, seinni nevndarformaður í Norðoya Sparikassa)
- 2005- Eyðun á Rógvi (fyrrverandi stjóri í Føroya Sparikassa)