Jump to content

Skálavík

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Skálavík
Skålevig (danskt)
Bygd
Skálavik
Skálavik
Land  Føroyar
Sýsla Sandoya sýsla
Oyggj Sandoy
Kommuna Skálavíkar kommuna
Íbúgvar 140 (2015)[1]
Postnummur FO-220
Markatal 42-00-00

Skálavík er ein bygd i Sandoy. Skálavík er í vídd fjórðingurin av Sandoynni, meðan fólkatalið bert er ein áttingur av fólkatalinum í oynni. Skálavík er ivaleyst elligomul bygd, grundað í víkingatíðini. Har er nógvur og góður slættur bøur, ið hevur verið grundarlagið undir góðum landbúnaði.

Skálavík er eisini gomul kirkjubygd, og kirkjurnar hava frá fyrstu tíð av staðið niðri á Møl. Skálavík er eisini søgurík bygd, og sagnirnar eru eisini fleiri. Best kend er søgnin um Ungajógvanssynir. Teir vóru bóndasynir í Dalsgarði, livdu í 17. øld og eru eins og Kálvur lítli á Sandi kendir sum yvirgangskroppar. So er eisini søgnin um Jákup Jóansson, sum var løgmanssonur og festi Dalsgarð. Í 1934 var dansistova bygd á Keldu, og í 1972 varð ungmannafelagið Keldan stovnað. Felagið keypti gomlu dansistovuna, reiv hana niður og bygdi nýtt felagshús.

Reiðarin Eiler Jacobsen (1930-2010) var skálvíkingur. Eina tíð áðrenn hann andaðist, avgjørdi hann at lata byggja ein frítíðardepil í heimbygdini. Hann náddi ikki at síggja frítíðardepilin lidnan. Depilin í Skálavík, Skeiðs- og frítíðardepilin Immanuel, læt upp í mai 2011. Navnið Immanuel er uppkallað eftir skipinum, ið pápi Eiler gekk burtur við í 1932. Bygningurin liggur omanfyri bygdina og er bæði gistingarhús og matstova, umframt at har eru fleiri fundarhøli, spælirúm til børnini, heitan pott og annað. Tætt við depilin er ein minnisvarði reistur til minnis um Eiler Jacobsen. Á einari minnisplátu stendur navn hansara og føðingar og deyðsárið (1930 og 2010), og so stendur hesin teksturin: Tann, ið altíð hyggur eftir vindinum, kemur aldri at sáa, og tann, ið altíð hyggur eftir skýggjunum, kemur aldri at heysta.[2] Í 2012/13 vóru fleiri kømur bygt afturat. Ætlanin er eisini at gera kampingpláss og golfvøll.[3]

Ein tann kendasti rithøvundurin í Føroyum, Heðin Brú (1901-1987), er uppvaksin í Skálavík. Tá ein kemur til Skálavíkar, kan ein síggja, at har er reistur ein prúður minnisvarði um rithøvundan.

Áhugaverd støð

[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]

Scalloway

  1. Hagstova.fo
  2. Panoramio.com, Detail from the monument in Skálavík in memory of shipowner Eiler Jacobsen (1930-2010)
  3. Aktuelt.fo Archived 2011-06-23 at the Wayback Machine Nógv virksemi í deplinum í Skálavík

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið