Skopun

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Skopun
Skopen (danskt)
Bygd
Skopunar havn.
Skopunar havn.
Land  Føroyar
Sýsla Sandoya sýsla
Oyggj Sandoy
Kommuna Skopunar kommuna
Íbúgvar 446 (2015)[1]
Postnummur FO-240
Markatal -
Skopun on Faroe map.png
Skopun.

Skopun er niðursetubygd á norðurendanum á Sandoynni; hon var grundað 1. apríl 1833. Nú er Skopun næststørsta bygd í oynni. Ferjusambandið er gott millum Streymoynna og Sandoynna, Teistin siglur nógvar túrar dagliga millum Gomlurætt og Skopun. Føroya Løgting samtykti í 2014, at farast skuldi undir at gera ein undirsjóvartunnil millum Sandoynna og Streymoynna (Sandoyartunnilin) í seinasta lagi í 2018. Eftir ætlan skal tað vera koyrandi millum oyggjarnar í 2021.[2]

Streymurin er harður í Skopunarfirði.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Skopun er yngsta bygd í Sandoynni. Hon er niðurseturbygd og varð grundað í 1833. Har eru 2 kongsbøndir og nógvar traðir. Ein minnisvarði er reistur teim sjólætnu í Skopun norðalaga í bygdini. Í Skopun er Lívfiskastøð, ið ger kynsbótararbeiði, sum tryggjar alibrúkunum runt um í landinum frískan og góðan fisk.

Skopun eigur eitt bygdahús, Samljóð, sum varð liðugt bygt í 1991. Húsið er vælegnað til samkomur, fundir, veitslur o.a. Húsið verður eisini leigað út til bólkar, ið kunnu gista har nakrar nætur. Húsið hevur góðar umstøður til menningartarnaði. Ungmannafelagið Samljóð eigur húsið.

Havnarlagið[rætta | rætta wikitekst]

Tann fyrsta havnin varð bygd í 1924-25 og var liðug í 1926.

Áhugaverd støð[rætta | rætta wikitekst]

  • Kirkjan, vígd 1897.
  • Minnisvarði teirra sjólætnu.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Hagstova.fo
  2. nordlysid.fo, Fráboðan um politiska semju um Eysturoyar- og Sandoyartunnil
  • Skopunar Havn. Í: Mondul nr. 3/1981.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið