Reimund Langgaard

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Reimund Langgaard
Reimund Langgaard 2012.JPG
er eitt menniskja
Fødd(ur) 26. jul 1977
Starv politikari
Dátuheiti
Commons Reimund Langgaard

Reimund Langgaard (føddur 26. juli 1977 í Leirvík) er ein føroyskur sølumaður og politikari (SB).

Hann er útbúgvin lærari frá Føroya Læraraskúla í 2004,[1] og hevur starvast sum sølumaður í Kaupthing Banka og hjá Føroya Tele. Hann hevur eisini verið í kristiligum ungdómsarbeiði og sum trúboðari fyri Kirkjuliga Heimamissiónina í Føroyum í Kambodja.[2]

Reimund Langgaard hevur møtt fast sum varalimur fyri Bjørn Kalsø á Føroya Løgtingi síðan 2011. Reimund er formaður fyri Løgtingsgrannskoðararnar og er limur í Rættarnevndini.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. oldsetur.snar01.t3hot.dk Prógv av læraraskúlanum
  2. http://www.eliaskirkjan.dk/eliaskirkjan/Default.asp?cid=1&menu=91&id=201&m=view eliaskirkjan.dk, Reimund Langaard talar, skrivað hevur Højgaard, Jaspur hin 28. januar 2010