Bjørn Kalsø
| Bjørn Kalsø | |
|---|---|
| Landsstýrismaður í fiskivinnumálum | |
| Í embæti 25. februar 2004 – 4. februar 2008 | |
| Undanmaður | Johan Dahl |
| Eftirmaður | Tórbjørn Jacobsen |
| Landsstýrismaður í mentamálum | |
| Í embæti 26. september 2011 – 15. september 2015 | |
| Undanmaður | Helena Dam á Neystabø |
| Eftirmaður | Rigmor Dam |
| Løgtingsmaður | |
| Í embæti 30. apríl 2008 – 31. august 2019 | |
| Persónlig kunning | |
| Fødd(ur) | Bjørn Kalsø mars 23, 1966 |
| Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
| Útbúgving | Bóndi, lærari, snikkari |
Bjørn Kalsø (føddur 23. mars 1966 í Syðradali á Kalsoynni) er ein føroyskur bóndi og fyrrverandi politikari fyri Sambandsflokkin.
Bjørn Kalsø tók studentsprógv á Føroya Studentaskúla og HF-skeið í 1991, var útlærdur sum snikkari sama ár, og fekk hann læraraprógv frá Føroya Læraraskúla í 1999. Han hevur verið bóndi á Kalsoynni síðani 1986, men var eisini eitt tíðarskeið til skips. Hann var lærari í Klaksvík til 2002. Síðani var han sjálvstøðugt vinnurekandi sum timburmaður fram til 2003.
Hann var borgarstjóri i Húsa kommuna frá 1995 til 2004. Í 2004 varð Kalsø landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hóast hann hevði lítlar og ongar politiskar royndir. Kalsø sat sum landsstýrismaður til 2008, tá hann var valdur á løgting við 557 persónligum atkvøðum. Hann var endurvaldur til løgtingsvalið 2011 við 704 persónligum atkvøðum. Eftir at stjórn varð skipa millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Sjálvstýri var hann útnevndur landsstýrismaður í mentamálum. Hann røkti landstýrisessin alt skeiðið, frá 2011 til 2015. Hann var endurvaldur til løgtingsvalið í 2015. Hann stillaði ikki upp aftur á løgtingsvalinum í 2019 og gavst í politikki eftir at hava verið virkin í kommunal og landspolitikki í á leið 22 ár tilsamans.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Bjørn Kalsø Archived 2011-08-09 at the Wayback Machine á heimasíðu løgtingsins
- Bjørn Kalsø[deyð leinkja] á heimasíðuni hjá Sambandsflokkinum.