Katrin Kallsberg
[[
Katrin Kallsberg | |
---|---|
![]() | |
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 30. jul 1967 í/á Danmark |
Starv | gynaecologist, politikari |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
Dátuheiti | |
Commons | Katrin Kallsberg |
Katrin Kallsberg (fødd 30. juli 1967 í Danmark) er ein føroyskur lækni og politikari. Á løgtingsvalinum 2015 varð hon vald inn á Føroya Løgting fyri Tjóðveldi.
Bakgrund[rætta | rætta wikitekst]
Katrin búði í Danmark tey fyrstu 6 árini, síðan flutti familjan til Føroya aftur, har faðir hennara, Kaj Kallsberg, starvaðist sum lækni á Eiði frá 1975-79[1] og í Tórshavn. Sum 16-ára gomul var hon eitt ár í USA sum skiftisnæmingur, síðan tók hon student í Hoydølum, og eftir tað fór hon til Danmarkar at lesa til lækna. Tá ið hon varð liðug við útbúgvingina starvaðist hon eitt skifti í 1995 við Læknum uttan landamørk í Srebrenica í Bosnia. Síðan flutti hon til Føroya, har hon starvaðist sum lækni í nøkur ár, til hon í 1999 flutti til Noregs at útbúgva seg til serlækna í kvinnusjúkum og burðarhjálp. Í 2002 fluttu hon og maðurin Poul Henrik Poulsen aftur til Føroya og búsettust í Sandagerði í Havn. Maðurin andaðist trý ár seinni av krabbameini.[2] Katrin starvast sum yvirlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp á Landssjúkrahúsinum.[3]
Katrin var forkvinna í Javnstøðunevndini frá juni 2012 til februr 2016.[4][5][6]
Katrin hevur luttikið í sjónvarpssendingini Fólksins Rødd og útvarpssendingini Also.[7]
Politisk lívsleið[rætta | rætta wikitekst]
Til løgtingsvalið 2015 stillaði Katrin upp á listanum hjá Tjóðveldi. Hon varð vald við 396 persónligum atkvøðum.[8]
Løgtingsnevndir[rætta | rætta wikitekst]
- 2015-2019 Forkvinna í Trivnaðarnevndini[9]
- 2015-2019 Limur í Mentanarnevndini
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ "Læknin" (in Faroese). Eiðis Municipality. http://eidi.fo/index.php/tstur-mainmenu-184/laeknin. Heintað 15 March 2016.
- ↑ Kallsberg, Katrin. "Katrin Kallsberg" (in Faroese). Tjóðveldi. http://www.tjodveldi.fo/?page_id=5704. Heintað 15 March 2016.
- ↑ ls.fo - Gynækologisk ambulatorium
- ↑ Demokratia.fo - Katrin Kallsberg nýggj forkvinna í javnstøðunevndini
- ↑ http://portal.fo/katrin+kallsberg+stillar+upp+fyri+tjodveldi.html
- ↑ javnstoda.fo - Ólavur Ellefsen nýggjur formaður í Javnstøðunevndini
- ↑ Facebook.com - Síðan hjá Tjóðveldi "KATRIN KALLSBERG STILLAR UPP FYRI TJÓÐVELDI"
- ↑ Løgtingsval 1. September 2015, kvf.fo
- ↑ portal.fo - Stór ósemja millum partarnar í Trivnaðarnevndini