Jónleif Johannesen
Jónleif Johannesen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 28. jul 1978 |
Starv | politikari, lærari |
Politiskur flokkur | Javnaðarflokkurin |
Dátuheiti |
Jónleif Johannsen (føddur 1978, uppvaksin í Dali) er ein føroyskur lærari, fakfelagsmaður og politikari (Javnaðarflokkurin).
Bakgrund
[rætta | rætta wikitekst]Jónleif Johannesen er dalbingur, ið býr í Klaksvík. Hann gekk á studentaskúlanum í Hoydølum, og síðan tók hann læraraútbúgving frá KDAS. Hann arbeiðir sum lærari á Skúlanum á Fossánesi í Klaksvík, men hevur farloyvi frá starvinum, meðan hann hevur sæti á Tingi. Í 2008 varð hann valdur í nevndina fyri Føroya Lærarafelag[1] í 2010 varð hann valdur til næstformann í nevndini.[2] Hann hevur eisini verið limur í Fólkaskúlaráðnum.[3]
Í frítíðini dansar hann føroyskan dans og er ein av teimum ið er vanur at skipa kvæðir.[4][5] Hann hevur eisini gjørt fleiri útvarpssendingar um føroyskan dans og kvæði. Hann er formaður fyri Slái Ring.[6]
Politisk lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Á løgtingsvalinum 2015 stillaði hann upp fyri Javnaðarflokkin, men varð ikki valdur. Eftir at samgonga varð skipað tók hann tó sæti á Tingi sum fastur varamaður hjá Eyðgunn Samuelsen, eftir at hon varð vald til landsstýriskvinnu í almannamálum í stjórnini hjá Aksel V. Johannesen.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Skulabladid.fo - Jónleif og Herálvur nýggir í nevndini[deyð leinkja], 3. mai 2008
- ↑ kvf.fo
- ↑ j.fo - Jónleif Johannesen, uppstillaður fyri Javnaðarflokkin
- ↑ kvf.fo - Vísur og kvæði til brúðardans
- ↑ kvf.fo - Jógvan Adolf Johannesen skipar fyrra Gæliantstátt
- ↑ "sr.fo". http://www.sr.fo/um+slaid+ring.html. Heintað 2016-05-01.