Jump to content

Hanna Jensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hanna Jensen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 19. feb 1973 í/á Leirvík
Alma mater Københavns Universitet, Fróðskaparsetur Føroya
Starv politikari, head teacher, consul, teacher at a Gymnasium
Politiskur flokkur Framsókn, Hin føroyski fólkaflokkurin
Dátuheiti
Commons Hanna Jensen
Hanna Jensen stendur her millum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Magna Laksáfoss

Hanna Jensen (fødd 19. februar 1973 í Leirvík) er ein føroyskur studentaskúlalærari og politikari (Framsókn). Hon var ein av stigtakarunum til at stovna Framsókn og er næstforkvinna í flokkinum.[1] Frá 2011 til 2015 var hon fyrsta varatingfólk hjá Framsókn og tók sæti fleiri ferðir á tingi. Á løgtingsvalinum 2015 varð hon vald inn á Føroya Løgting.

Hanna er útbúgvin M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum frá Københavns Universitet og Fróðskaparsetur Føroya, harumframt hevur hon eisini tikið próvtøku í pedagogikk og stjórnmálafrøði. Hon starvast sum studentaskúlalærari og lestrarvegleiðari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy síðan 2005, áðrenn tað undirvísti hon á Tekniska Skúla í Klaksvík. Hon býr í Norðagøtu.

Hon hevur verið býráðslimur í Eysturkommunu síðan 2009, og er forkvinna í Mentanarnevndini.[2] Hon umboðaði Fólkaflokkin til 2011, tá ið hon, Poul Michelsen og onnur tóku stig til at stovna Framsókn.[3]

Hanna hevur verið franskur konsul í Føroyum síðan 2010.[4]

  1. "framsokn.fo - Hanna Jensen". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-26. https://web.archive.org/web/20150926185426/http://www.framsokn.fo//hanna+jensen_yuma.html. Heintað 2015-09-04.
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-24. https://web.archive.org/web/20150924005212/http://www.eysturkommuna.fo/Default.aspx?pageid=8644. Heintað 2015-09-04.
  3. "Archive copy". http://aktuelt.dev.mashema.com/page/grein/nyggi_flokkurin_hja_poul_eitur_framsokn. Heintað 2012-07-22.
  4. http://aktuelt.fo.webtestlink.com/grein/oskan_forpurrar_konsulskifti%5B%5D