Sjúrður Skaale
Sjúrður Skaale | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 8. mar 1967 í/á Tórshavn |
Alma mater | Københavns Universitet, Complutense University of Madrid |
Starv | journalistur, sangari, skemtari, politikari, high-school teacher |
Politiskur flokkur | Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi |
Mál | Føroyskt mál, danskt mál |
Dátuheiti | |
ISNI | 000000043428841X |
VIAF | 308694644 |
LCAuth | n2014049883 |
Commons | Sjúrður Skaale |
Sjúrður Skaale (f. 8. mars 1967 í Havn), útbúgvin bachelor (BA) í Stjórnmálafrøði, skemtari, sangari og politikari. Harumframt hevur hann verið tíðindamaður. Sjúrður er sonur Jóannes og Óluvá Skaale. Hann er giftur við Súsonnu O. Skaale.
Politikarin Sjúrður Skaale
[rætta | rætta wikitekst]Sjúrður er virkin innan føroyskan og danskan politikk. Hann varð valdur á Føroya Løgting fyri Tjóðveldi í 2008 og sat har til 2011. Hann var limur í Løgtinsins Mentanarnevnd. Sjúrður var eisini varalimur til Fólkatingið 2007-2011 og møtti fast fyri Høgna Hoydal frá 19. februar 2007 til 8. september 2008. Eftir nakað av skriving í bløðunum, har hann og formaður floksins, Høgni Hoydal, ikki drógu somu línu viðvíkjandi stjórnarskipanini, tók hann seg úr flokkinum í 2011. Hann var leysgangari í nakrir mánaðir, síðan meldaði hann seg inn í Javnaðarflokkin og stillaði upp fyri Javnaðarflokkin til Fólkatingsvalið sum var 15. september 2011. Hann gjørdist toppskorari fyri flokkin við 1539 atkvøðum[1] og varð valdur á Fólkating, sum annað av føroysku umboðunum. Hann er formaður fyri Fólkatinsins Føroyanevnd (Færøudvalg), limur í delegatiónini til Norðurlandaráðið og varalimur í Fólkatingsins Uttanríkisnevnd.
Hann bleiv valdur aftur á Fólkating í juni 2015 við 2.495 atkvøðum.[2]
Í 2019 vann hann sessin í Fólkatinginum triðja ferð á rað. Hann fekk 3.331 persónligar atkvøður.[3]
Skemtarin Sjúrður Skaale
[rætta | rætta wikitekst]Sjúrður er kendur fyri at hava gjørt skemtisendingarnar Pipar & Salt saman við vinmanninum Jákupi Veyhe og hevur eisini gjørt skemtirøðina 'E Elski Førjar'.
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Kringvarp.fo
- ↑ Fólkatingsval 18. juni 2015, kvf.fo
- ↑ Edmund og Sjúrður vunnu sessirnar, kvf.fo
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenna heimasíðan hjá Sjúrði Skaale Archived 2011-09-30 at Archive.today