Stjórnmálafrøði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Stjórnmálafrøði er grein innan samfelagsvísundina, sum fæst við skipaða gransking av politiskum fyribrigdum í síni heild. Føroyska heiti eigur Zacharias Wang. Evni: Ástøði um statin, vald, politiskar flokkar og skipanir, umframt ideologiir, ið verða brúkt í eini stjórnmálafrøðiligari lýsing av politisku stovnunum og flokkunum seinastu øldina, og hvussu hesir eru broyttir, sum umstøðurnar eru broyttar. Í hesum sambandi verður somuleiðis lýst, hvussu politisk mentan og áhugabólkar ávirka gongdina.


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið