Pipar & Salt
Appearance
Pipar & Salt er heitið á skemtisendingum, sum vinmenninir Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale hava gjørt seinastu árini. Eisini hava verið live-framførslur í Norðurlandahúsinum og aðra staðni í Føroyum. Eftir at Sjúrður Skaale fór uppí politikk og varð varldur inn á Føroya Løgting, hildu teir báðir pausu við felags undirhaldi teirra "Pipar og Salt". Jákup Veyhe helt tó fram einsamallur at skemtast. Í 2011 fór Sjúrður Skaale burturúr Tjóðveldi og stutta tíð seinni, á Jóansøku á Tvøroyri 26. juni 2011, fóru teir aftur á pall at framføra teirra skemt undir heitinum "Pipar og Salt". Tjaldið á kaiini á Tvøroyri var fult av fólki. Seinni framførdu teir so aftur fyri fullsettum húsi í Norðurlandahúsinum í Havn.[1]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]