E Elski Førjar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

E ELSKI FØRJAR er ein skemtisending, ið varð send í 6 pørtum í Kringvarpi Føroya. Í røðini verður hugt at Føroyum og føroyingum úr einum nakað øðrvísi, og kanska eitt sindur meira skemtiligum sjónarhorni enn vanligt. Her møta vit tjóðskaparmanninum Haraldi, konuni Pernille og dóttrini Søs, sum øll búgva í Keypmannahavn. Her er tann illi Sofus, tann einsami Niels, tann samkyndi Kjartan, tey lekru Remi og Rosely, teir smørtu reportararnir Olgar og Randi – og mong, mong onnur.

Tað er Sjúrður Skaale, sum hevur lagt sendirøðina til rættis.