Kári P. Højgaard
Kári P. Højgaard | |
---|---|
Føddur | 21. juli 1951 Strendur |
Yrki | Politikari, postavgreiðslumaður |
Flokkur | Sjálvstýrisflokkurin |
Kári Páll Højgaard (føddur 21. juli 1951 á Strondum) er føroyskur politikari, valdur á Føroya Løgting í 2001 fyri Sjálvstýrisflokkin. Frá 2011-13 var hann innlendismálaráðharri. Kári er limur í Útnorðurráðnum, har hann eisini var formaður í tíðarskeiðnum 2008-09 og aftur í 2011-12. Hann hevur verið annar fasti limurin í Norðurlandaráðnum. Áðrenn hann gjørdist politikari arbeiddi hann sum postmaður í Eysturoynni frá 1971, áðrenn tað var hann nøkur ár til skips. Hann er giftur við Simonu, fødd Eliasen úr Fuglafirði, tey eiga seks børn.
Lívsleiðin í politikki
[rætta | rætta wikitekst]Landsstýrismaður í innlendismálum 2011 - 2013
[rætta | rætta wikitekst]Kári P. Højgaard var innlendismálaráðharri í Aðru stjórnini hjá Kaj Leo Holm Johannessen frá 14. september 2011 til 5. september 2013. Løgmaður loysti hann úr starvi eftir at mikið rok hevði verið um Eysturoyartunnilin, sum Kári P. Højgaard hevði ætlanir um at lata danska felagið Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) gera fyri pensjónspening úr Danmark, frá PensionDanmark. Rokið stóð eitt nú av, at sáttmálin var loyniligur, og av ymiskum upplýsingum ið komu út til fjølmiðlarnar. Møtstøða var eisini um at yvirskotið av tunnilspengunum fór av landinum, onkur nevndi talið 3 milliardir. Landsstýrismaðurin hevði fingið heimild í 2010 til at føra samráðingar við privat feløg um at byggja undirsjóvartunlar, tað var áðrenn Kári P. Højgaard kom í landsstýrið. Avtalan við CIP skuldi eftir ætlan undirskrivast 27. juni 2013, men løgmaður valdi í staðin at løgtingið skuldi sleppa at taka støðu til verkætlanina. Innlendismálaráðið gjørdi tí eitt lógaruppskot, sum varð lagt fyri løgtingið. Trupulleikin var, at av tí at sáttmálin var loyniligur, so kendu løgtingslimir ikki til innihaldið í sáttmálanum. Teir kundu undirskriva eitt trúnaðarskjal, har teir lovaðu ikki at siga nakað um innihaldið í sáttmálanum við nakran. Bert ein tingmaður tók av og læs sáttmálan, tað var Janus Rein. Tað varð avtalað við CIP, at sáttmálin skuldi undirskrivast 31. august 2013, men tá dagurin kom, bleiv sáttmálin ikki undirskrivaður, tí mett varð ikki at meiriluti var fyri lógaruppskotinum. Av tí at sáttmálin ikki bleiv undirskrivaður 31. august, skuldi CIP fáa 1 millión í endurgjaldið, tað var sambært avtalu. 5. september 2013 valdi løgmaður at loysa Kára P. Højgaard úr starvinum sum innlendismálaráðharri, og tók sjálvur við til nýggjur innlendismálaráðharri er settur. Løgmaður segði orsøkina vera politiskt órógv.[1]
Løgtingslimur
[rætta | rætta wikitekst]Hann varð varamaður á Føroya Løgtingi frá 26. Februar 2001 til 30. apríl 2002. Løgtingsmaður frá 30. apríl 2002.[2]
Formaður Sjálvstýrisfloksins
[rætta | rætta wikitekst]Kári P. Højgaard varð valdur til formann fyri Sjálvstýrisflokkin í 2002. Hann var formaður til oktober 2010, tá Kári á Rógvi gjørdist nýggjur formaður.[3] Á løgtingsvalinum 29. oktober 2011 fekk flokkurin bara eitt tingfólk valt, og tað var Kári P. Højgaard. Flokkurin helt aðalfund 10. november 2011 og valdi Kára P. Højgaard til formann.[4] Sambært viðtøkum felagsins skal formaðurin veljast millum tinglimir ella landsstýrisfólk floksins, flokkurin fekk eitt landsstýrisfólk, men aðalfundurin varð hildin mitt undir telvingini av landsstýrissessum, so onki var endaliga avgjørt tá. Kári P. Højgaard hevur verið formaður Sjálvstýrisfloksins hesi tíðarskeið:
- 2002 - oktober 2010
- november 2011 - apríl 2015
Hin 9. apríl 2015 varð kunngjørt á tíðindafundi, at Kári P. Højgaard tók seg aftur sum formaður Sjálvstýrisfloksins, nýggjur formaður gjørdist Jógvan Skorheim, sum eisini var borgarstjóri í Klaksvík. Kári helt tó fram sum løgtingsmaður og ætlaði eisini at stilla upp til løgtingsvalið 2015.
Limur í Útnorðurráðnum
[rætta | rætta wikitekst]Kári P. Højgaard gjørdist formaður í Útnorðurráðnum í august 2008.[5] Formansposturin skiftir á hvørjum ári millum tey trý londini. Í 2011 var hann eisini formaður í Útnorðurráðnum.[6] Føroya Løgting valdi hesi til limir í Útnorðurráðnum í 2008:
- Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum
- Andreas Petersen úr Javnaðarflokkinum
- Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum
- Bergtóra Høgnadóttir Joensen úr Tjóðveldi
- Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum
- Jenis av Rana úr Miðflokkinum
Nevndarsessir á Føroya Løgtingi
[rætta | rætta wikitekst]- 2008–2012 Limur í Vinnunevndini
- 2004–2008 Formaður í Landsstýrismálanevndini
- 2004–2008 Limur í Fíggjarnevndini
- 2002–2004 Limur í Fíggjarnevndini
- 2002–2004 Limur í Mentanarnevndini
- 2001–2002 Limur í Fíggjarnevndini
Býráðslimur og varaborgmeistari
[rætta | rætta wikitekst]Kári P. Højgaard var býráðslimur í Runavíkar Býráð 1989-2008. Hann var varaborgarstjóri í tíðarskeiðnum 2005-08. Hann stillaði ikki upp aftur til býráðvalið í 2008.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Tinganes.fo, Løgmaður loysir landsstýrismann úr starvi[deyð leinkja]
- ↑ "Sjálvstýri.fo". http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg=%7BEDA90FB3-C54D-4866-BB53-181BFA1666B7%7D&id=%7BF6AA3040-8293-4A6C-A97D-802D8950E1B2%7D. Heintað 2010-08-24.
- ↑ Portal.fo, Kári P. Højgaard tekur seg aftur sum formaður.
- ↑ "Aktuelt.fo, Nú er Kári aftur formaður í Sjálvstýrisflokkinum". http://aktuelt.fo/grein/nu_er_kari_aftur_formadur_i_sjlvstyrisflokkinum. Heintað 2011-11-11.
- ↑ Portal.fo, Kári P. Højgaard formaður í Útnorðurráðnum.
- ↑ "Vestnordisk.is". http://www.vestnordisk.is/Apps/WebObjects/SW.woa/wa/dp?id=1283&detail=13320. Heintað 2011-11-13.
- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 290 (PDF Archived 2006-09-27 at the Wayback Machine)
- Logting.fo Archived 2007-09-28 at the Wayback Machine
- Council of Runavík
- Norden.org Nordic Council - Official co-operation in the Nordic Region
- Members of the Faroese Parliament Archived 2013-02-24 at the Wayback Machine
Ávísing úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Sjalvstyri.fo Archived 2006-01-14 at the Wayback Machine
- Norden.org