Jákup Mikkelsen (politikari)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jákup Mikkelsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 22. aug 1957 í/á Klaksvík
Alma mater Føroya Læraraskúli
Starv lærari, politikari, vinnulívsfólk
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin
Dátuheiti
Commons Jákup Mikkelsen (politician)
Fyri at lesa um føroyska landsliðsfótbóltsleikaran, sí Jákup Mikkelsen (1970).

Jákup Mikkelsen (føddur 22. august 1957 í Klaksvík) er ein føroyskur vinnulívsmaður og politikari (FF). Hann er útbúgvin lærari frá Føroya Læraraskúla í 1984, men hevur tey seinastu árini verið dagligur leiðari hjá J.F. Kjølbro Heilsølu í Klaksvík.

Politisk lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Hann var býráðslimur í Klaksvík 1984–1992. Hann kom inn á Føroya Løgting sum varafólk á fyri Norðoyar 20022008, og møtti fast fyri Anfinn Kallsberg 2002–2004 og fyri Jógvan við Keldu 2004–2005. Mikkelsen varð í 2008 valdur beinleiðis inn á Ting. Hann var formaður í Løgtingsins Trivnaðarnevnd 2008–2011 og fiskimálaráðharri í Stjórnini hjá Kaj Leo Johannesen II 2011–2012. Hann er formaður fyri tingbólkin ha Fólkaflokkinum síðan 2012 og virkaði eisini í tí leiklutinum 2008–2011.

Landsstýrissessir[rætta | rætta wikitekst]

  • 2011-12 Landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Løgtingsnevndir[rætta | rætta wikitekst]

  • 2011–2015 formaður í Uttanlandsnevndini
  • 2008–2011 formaður í Trivnaðarnevndini
  • 2004–2005 limur í Mentanarnevndini
  • 2002–2004 limur í Landsstýrismálanevndini
  • 2002–2004 limur í Mentanarnevndini

Keldur[rætta | rætta wikitekst]