Jógvan við Keldu
Jógvan við Keldu | |
---|---|
Borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu | |
Í embæti 1. Januar 1981 – 1. Januar 1989 | |
Undanmaður | Jógvan Isaksen |
Eftirmaður | Óli E. Heinesen |
Borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu | |
Í embæti 1. Januar 1993 – 1. Januar 2001 | |
Undanmaður | Óli E. Heinesen |
Eftirmaður | Steinbjørn O. Jacobsen |
Persónlig kunning | |
Fødd(ur) | Jógvan við Keldu januar 30, 1944 |
Politiskur flokkur | Fólkaflokkurin |
Jógvan við Keldu (føddur 30. januar 1944 í Klaksvík) er ein fyrrverandi politikari fyri Fólkaflokkin og hevur havt stóran týdning bæði í føroyskum kommunalpolitikki og landspolitikki. Hann varð fyrstu ferð valdur í Klaksvíkar býráð í 1970 og sat eina setu og stillaði síðani ikki uppaftur fyrr enn í 1980 og varð aftur valdur og sat í býráðnum til 2004. Hann varð Býráðsformaður í Klaksvíkar kommunu 1981-1988 og 1993-2000.
Á landsstigi varð Jógvan við Keldu valdur í Løgtingið fyri Fólkaflokkin. Hann røkti eisini embætið sum 31. januar 2004 - 1. desember 2005.
Hann er giftur við Betty Skaale av Toftum. Tey eiga saman børnini Gunvá (f. 1966), Pætur (f. 1970) og Tóru (f. 1974).
Tað var Jógvan við Keldu, sum upprunaliga setti fram uppskot um undirsjóvartunnil millum Klaksvík og Eysturoynna.