Jump to content

Gunvá við Keldu

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Gunvá við Keldu
Borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu
Í embæti
1. Januar 2009 – 1. Januar 2013
Undanmaður Steinbjørn O. Jacobsen
Eftirmaður Jógvan Skorheim
Persónlig kunning
Fødd(ur) Gunvá við Keldu
(1966-10-09) oktober 9, 1966 (aldur 58)
Politiskur flokkur Fólkaflokkurin
Útbúgving Grafikari

Gunvá við Keldu (fødd 1966) er ein føroyskur lokal politikari og grafikari. Hon varð fyrstu ferð vald inn í Klaksvíkar Býráð fyri valskeiðið 2004-2008, har hon sat sum forkvinna í mentanarnevndini. Eftir býráðsvalið í 2008 var hon vald til borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. hon sat sum borgarstjóri frá 1. januar 2009 til 31. desember 2012. Á býráðsvalinum í 2012 varð hon aftur vald í býráðið, men gjørdist ikki borgarstjóri aftur. Hon helt tó fram sum býráðslimur og sat í býráðnum til 31. desember 2024, tá hon valdi ikki at stilla uppaftur. Við lokin av sínum politisku yrkisleið hevði Gunvá við Keldu sitið í býráðnum í tilsamans 20 ár.

Gunvá við Keldu er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Hon er útbúgvin grafonom og hevur í eitt áramál rikið sína egnu fyritøku. Áðrenn hon frá ársbyrjan 2009 tók við sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, hevði hon í 8 ár arbeitt sum stjóri í sniðgevingsfyritøkuni Vasti. Gunvá er dóttir Jógvan við Keldu, sum var borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu 1981-89 og 1993-2000.