Jógvan Skorheim
Jógvan Skorheim | |
---|---|
| |
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 16. jun 1982 í/á Klaksvík |
Starv | politikari, vinnulívsfólk |
Politiskur flokkur | Nýtt Sjálvstýri |
Dátuheiti | |
Commons | Jógvan Skorheim |
Jógvan Skorheim (føddur 16. juni 1982 í Klaksvík) er føroyskur politikari (Sjálvstýrisflokkurin).
Hann hevur verið borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu síðan 2013. Hann var býráðslimur og varaborgarstjóri í Klaksvíkar Býráð 2008-2012. Á løgtingsvalinum 2011 fekk hann við 245 atkvøðum næstflestar atkvøður á lista D fyri Sjálvstýrisflokkin. Tá flokkurin kom í samgongu, og valdi tingmaðurin, Kári P. Højgaard gjørdist innlendismálaráðharri, tók Jógvan sæti á Føroya Løgtingi. Okkurt tíðarskeið tók hann farloyvi úr Løgtinginum, og Kristianna Winther Poulsen tók sæti. Tá Kári P. Højgaard varð uppsagdur sum landsstýrismaður og tók sæti aftur á tingi, fór Jógvan Skorheim úr Løgtinginum aftur. Á løgtingsvalinum 2015 varð hann valdur í Løgtingið sum tann fyrstvaldið hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hann luttók í samgongusamráðingunum millum fýra flokkar, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkin, men hann og flokkur hansara valdu at taka seg úr samráðingunum og at vera í andstøðu. Klaksvíkar býráð samtykti, at tey ikki vildu geva Jógvan Skorheim loyvi til at røkja bæði borgarstjórasessin og løgtingsessin í senn, Jógvan boðaði sama kvøld frá, at so valdi hann borgarstjórastarvið framum og segði løgtingsessin frá sær, so leingi hann var borgarstjóri.[1]
Løgtingsnevndir[rætta | rætta wikitekst]
- 2011-2013 Limur í Vinnunevndini[2]
- 2011-2013 Varalimur í Fíggjarnevndini
Nevndarsessir í Klaksvíkar Býráð[rætta | rætta wikitekst]
- 2008-2012 Formaður í Mentanarnevndini
- 2008-2012 Limur í Fíggjarnevndini
- 2008-2012 Limur í Teknisku Nevnd[3]
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ in.fo - Jógvan Skorheim sigur løgtinsstarvið frá sær
- ↑ Aktuelt.fo, Nevndarsessirnir í Løgtinginum býttir
- ↑ Klaksvik.fo