Karl H Johansen
Appearance
(Ávíst frá Karl H. Johansen)
| Karl H. Johansen | |
|---|---|
| Borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu | |
| Núverandi | |
| Tók við starvinum 1. Januar 2021 | |
| Undanmaður | Jógvan Skorheim |
| Persónlig kunning | |
| Fødd(ur) | Karl Haldórsson Johansen juni 22, 1954 |
| Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
| Hjúnafelagi(ar) | Jórun Ljósstein Johansen |
| Børn | 2 |
| Útbúgving | Politistur |
Karl Haldórsson Johansen (føddur 22. juni 1954 í Klaksvík) er ein føroyskur politikari. Hann er sitandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og hevur seinni árini gjørt vart við seg sum ein týðandi profilur innan føroyskan lokalpolitikk.
Útbúgving og arbeiðslív
[rætta | rætta wikitekst]Karl Johansen var útlærdur politistur 1. januar í 1979 og í 2006 bleiv hann eisini sýslumaður í Norðoyggjum. Harumframt hevur Karl bæði siglt við línu-, trol-, og snellubáti. Eitt skifti starvaðist Karl eisini hjá Kanjon og sum kokkur umborð á snellubáti undir Íslandi.
Politisk lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Karl H. Johansen varð fyrstu ferð valdur inn í býráðið í Klaksvík í 2021 og gjørdi umgangandi vart við seg sum ein politiskan profil, tá hann varð valdur til borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu.
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Karl Johansen verður borgarstjóri í Klaksvík, dagur.fo, 11.11.2020
- Karl Johansen verður nýggjur borgarstjóri, kvf.fo, 18.11.2020