Jump to content

Annika Olsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Annika Olsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 13. mar 1975 í/á Tórshavn
Starv lærari, politikari, svimjari
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin, Tjóðveldi
Foreldur faðir Jákup Olsen
Dátuheiti
Commons Annika Olsen
Annika Olsen
Føddur 13. mars 1975
Yrki Lærari
Útbúgving Lærari
Flokkur Fólkaflokkurin
Álitisstørv
2004-2008 Býráðslimur
2008- Løgtingskvinna
2008- Landsstýriskvinna
2011- Varaløgmaður

Annika Olsen (fødd 13. mars 1975) er føroyskur politikari, landsstýriskvinna, fyrrverandi býráðslimur og fyrrverandi landsliðs svimjari. Annika Olsen leyp úr býráðspolitikki í Løgtingi í 2008, og í 2014 úr Løgtingi í Tinganes, í sessin sum landsstýrikvinna í innlendismálum. Hetta árið, Annika Olsen hevur verið løgtingslimur, hevur hon verið einasta kvinna í sínum flokki á tingi. Annika er uppvaksin í Vági, hon er dóttir fyrrverandi skúlastjóra Jákup Olsen og Marnu Olsen (fødd Holm). Annika Olsen var landsstýriskvinna í almannamálum og varaløgmaður frá november 2011 til sep. 2015. Hon var landsstýriskvinna í innlendismálum frá 26. september 2008 til november 2011. Annika varð vald á Føroya Løgting til løgtingsvalið í 2008 fyri Fólkaflokkin. Áðrenn Olsen varð vald inn á Føroya Løgting, var hon býráðslimur í Tórshavnar býráð 2004 til 2008. Tá hon sat í býráðnum, var hon m.a. talskvinna fyri at býta landið sundur í bert fýra kommunur. Hon er útbúgvin Cand.mag. í Norðurlendskum bókmentum og máli (høvuðslærugrein) við religión sum síðufak. Hon hevur undirvíst á Føroya Handilsskúla 2001 til 2007 og á Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði og á Føroya Læraraskúla 2007 til 2008. Hon var góður svimjari sum barn og ung, hon svam fyri Vágs Svimjifelag, sum nú er lagt saman við Tvøroyrar Svimjifelag til Susvim. Annika svam eisini á føroyska svimji landsliðnum, m.a. til Oyggjaleikirnar í 1989 og 1991. Hon og Jakob Horn eiga tveir synir.

Lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Landstýriskvinna og løgtingslimur

[rætta | rætta wikitekst]

Annika Olsen er landsstýriskvinna í almannamálum[1] og varaløgmaður frá november 2011. Hon var landsstýriskvinna í innlendismálum frá 26. september 2008 til november 2011. Annika varð vald á Føroya Løgting til løgtingsvalið í 2008 fyri Fólkaflokkin, áðrenn tað var hon virkin í býráðspolitikki, hon var býráðslimur í Tórshavnar Býráð frá 2004-08.

Hin 9. september 2015 fór hon úr Fólkaflokkinum, tí at hon og floksleiðslan ikki drógu somu línu, sambært henni sjálvari[2]. Eitt heilt stutt skifti var hon limur í Framsókn.

Hin 4. februar 2016 gjørdist hon aftur limur í Fólkaflokkinum, tað boðaði flokkurin frá á tíðindafundi.[3][4]

Býráðslimur

[rætta | rætta wikitekst]

Áðrenn Annika varð vald inn á Føroya Løgting, var hon býráðslimur í Tórshavnar býráð 2004-08. Hon var limur í Havnanevndini og Mentanarnevndini. Hon var vald inn fyri Fólkaflokkin, sum var í andstøðu hetta valskeiðið.

Útbúgving og undirvísingarstørv

[rætta | rætta wikitekst]

Annika er útbúgvin Cand.mag. í Norðurlendskum bókmentum og máli (høvuðslærugrein) við religión sum síðufak. Hon hevur undirvíst á Føroya Handilsskúla 2001-07 og á Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði og á Føroya Læraraskúla 2007-08.

Landsliðssvimjari

[rætta | rætta wikitekst]

Annika var góður svimjari sum barn og ung, hon svam fyri Vágs Svimjifelag, sum nú er lagt saman við Tvøroyrar Svimjifelag til Susvim. Annika svam eisini á føroyska svimjilandsliðnum, m.a. til Oyggjaleikirnar í 1989 og 91. Hon gjørdist nummar 3 í 200 m bringu og nummar 3 í 4x50m blandað saman við Rúnu Poulsen, Anniku Anthoniussen og Duritu Dahl Djurhuus. Hon svam eisini 8x50m blandað fyri menn og kvinnur, tey gjørdust nummar tvey. Kvinnurnar vunnu eisini bronsu í 4x100m frí, tað gjørdu tær við tíðini 4:16.76.[5]

  1. "Aktuelt.fo, Hetta er nýggja landsstýrið". http://aktuelt.fo/grein/hetta_er_nyggja_landsstrid. Heintað 2011-11-15. 
  2. portal.fo - Annika Olsen farin úr Fólkaflokkinum
  3. in.fo - Nú sita tey aftur lið um lið Archived 2016-02-09 at the Wayback Machine, skrivað hevur Hallur av Rana den 4. februar 2016.
  4. kvf.fo - Eftir 145 dagar: Nú er hon aftur í Fólkaflokkinum, eftir Bjarni Mohr den 4. februar 2016.
  5. [1]Islandgames.net

Útvortis ávísingar

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið