Jump to content

Landsstýrismaður

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Landsstýriskvinna)

Ein landsstýrismaður (ella landsstýrisfólk ella landsstyriskvinna) er ein ráðharri í landsstýrinum, ið er føroyska stjórnin. Landsstýrismenn verða tilnevndir av løgmanni, ið er ovasti leiðarin fyri landsstýrinum.

Í mun til landsstýrisfólkini, ið verða tilnevnd av løgmanni, so er tað Løgtingið, ið velur løgmann. Landsstýrið er sostatt samansett av løgmanni og teimum landsstýrismonnum, ið løgmaður hevur tilnevnt. Sambært Stýrisskipan føroya skal løgmaður velja minst tveir landsstýrismenn í landsstýrið.[1] Hvørki løgmaður ella landsstýrismenn hava atkvøðurætt í løgtinginum, men hava, eins og løgtingslimir, rætt at leggja fyri løgtingið uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmælir ella løgtingssamtyktir[2].

Ymisku ábyrgdarøkini hjá landsstýrinum verða nevnd málsøkir og verða hesi lutaði millun landsstýrismennirnar av løgmanni í einum málsøkjabýti[3]. Løgmaður kann eisini velja at umsita málsøki sjálvur. Eitt sindur ymiskt er frá einum landsstýri til annað, júst hvussu málsøkini verða býtt.

Formliga heitið á ráðharrunum í landsstýrinum er sambært Stýrisskipanini landsstýrismaður, men til tíðir verður umframt landsstýrismenn eisini tosað um landsstýrisfólk ella landsstyriskvinnur. Ongin innihaldsligur munur er á landsstýrismanni, landsstýrisfólk ella landsstýriskvinnu, men koma ymisku heitini helst frá, at summi halda tað vera løgið at kalla eina kvinnu fyri landsstýris-mann.

Í 2015 eru í landsstýrinum umframt løgmann sjey landsstýrismenn. [4]

Løgmans- og landsstýrissessir 2015-

[rætta | rætta wikitekst]
  • Løgmaður
  • Landsstýrismaður í fíggjarmálum
  • Landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum
  • Landsstýrismaður í mentamálum
  • Landsstýrismaður í heilsu- og innlendismálum
  • Landsstýrismaður í samferðslumálum
  • Landsstýrismaður í almannamálum
  • Landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Stýrisskipan Føroya § 27-28
  2. Stýrisskipan Føroya § 14-15
  3. "Málsøkjabýtið 14. november2011". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-10-31. https://web.archive.org/web/20121031212619/http://www.tinganes.fo/Default.aspx?ID=11812. Heintað 2012-10-28. 
  4. "foroyalandsstyri.fo: "Landsstýrið"". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-10-21. https://web.archive.org/web/20151021204924/http://www.foroyalandsstyri.fo/landsstyrid/landsstyrisfolk/. Heintað 2016-01-04.