Ruth Vang
Ruth Vang | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 5. apr 1966 |
Starv | ljósmóðir, politikari |
Politiskur flokkur | Framsókn |
Dátuheiti |
Ruth Vang (fødd 5. apríl 1966)[1] er ein føroysk ljósmóðir, bankakvinna og politikari (Framsókn).[2] Síðan mars 2020 er hon forkvinna fyri Framsókn.[3] Frá desember 2022 er hon landssýriskvinna í fíggjarmálum.
Bakgrund
[rætta | rætta wikitekst]Ruth Vang býr í Havn. Hon er útbúgvin ljóðmóðir frá Danmarks Jordemoderskole í Keypmannahavn í 1992 og starvaðist sum ljósmóðir á Landssjúkrahúsinum 1992-99, og sum leiðandi ljósmóðir 1999-2005.[4] Meðan hon var í starvi sum ljósmóðir las hon HD í roknskapi og fíggjarstýring á Aarhus Handelsskole 2001 – 2005 og broytti síðan yrkisleið til fíggjarheimin. Frá 2005-11 var hon fíggjarráðgevi í Eik Banka. Síðan 1. januar 2013 hevur hon verið í starvi sum deildarleiðari í Tórshavnar kommunu.[5] men er í farloyvi, meðan hon er í Løgtinginum.
Politisk lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Ruth Vang stillaði upp til Løgtingsvalið 2015 uttan at verða vald, men eftir at landsstýrið varð skipað og flokkur hennara kom í samgongu, tók hon sæti í løgtinginum sum avloysari fyri formannin í Framsókn, Poul Michelsen, tá ið hann varð valdur til vinnu- og uttanríkismálaráðharri í stjórnini hjá Aksel V. Johannesen. Framsókn telvaði seg til formanssessin í Fíggjarnevndini, tá ið nevndarsessirnir vóru býttir. Júst tá var Annika Olsen, ið varð vald fyri Fólkaflokkin, farin úr Fólkaflokkinum og blivin limur í Framsókn, og Sonja Jógvansdóttir, ið varð vald fyri Javnaðarflokkin, fór úr flokkinum og gjørdist leysgangari,[6] og harvið misti samgongan meirlutan. Tá ið Annika Olsen gjørdist limur í Framsókn fekk samgongan aftur meirluta, og Annika fekk formanssessin í Fíggjarnevndini, men eftir stórt trýst, valdi hon at fara úr aftur Framsókn og gerast leysgangari og segði eisini formanssessin í Fíggjarnevndini frá sær, og samgongan kom aftur í minniluta, men Sonja Jógvansdóttir lovaði at stuðla samgonguni, hóast hon var leysgangari. Ruth Vang gjørdist síðan forkvinna í Fíggjarnevndini.[7]
Á løgtingsvalinum 2022 varð Ruth vald í løgtingið við 981 atkvøðum. Framsókn fekk 3 limir valdir og flokkurin kom í lyklastøðu, tá ið samgonga skuldi skipast. Tann 22. desember 2022 varð Ruth vald til landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.[8]
Løgtingsnevndir
[rætta | rætta wikitekst]- 2015-2019 Forkvinna í Løgtingsins fíggjarnevnd[9]
Familja
[rætta | rætta wikitekst]Hon er dóttir Ester og Petur Danielsen og er gift med Dánjal Vang. Tey eiga trý børn: Ester, Petur Kristinn og Hanna.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ logting.fo - Ruth Vang
- ↑ "Framsokn.fo - Ruth Vang". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-25. https://web.archive.org/web/20150925123351/http://www.framsokn.fo/ruth+vang_ubdj.html. Heintað 2015-12-18.
- ↑ "Ruth Vang tók við sum forkvinna í Framsókn 6. mars 2020, eftir at Poul Michelsen segði frá sær tingsess og formanssessin fyri sjúku." Ruth Vang, framsokn.fo
- ↑ linkedin.com - Ruth Vang
- ↑ Torshavn.fo - Nýggjur leiðari á Barna- og ungdómsdeildini, publiceret den 27. nov. 2012.
- ↑ kvf.fo - Sonja J. Jógvansdóttir farin úr Javnaðarflokkinum
- ↑ kvf.fo - Annika Olsen forkvinna í Fíggjarnevndini
- ↑ Samuelsen, Ingi (22. desember 2022). "Hesi manna nýggja landsstýrið". Portal.fo. https://in.fo/news-detail/nogv-bendir-a-niggju-folk-i-landsstyrinum.
- ↑ Portal.fo - Ruth Vang forkvinna í fíggjarnevndini, skrivað hevur Steinar Patursson 30.09.2015 - 11:53