Dennis Holm

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Dennis Holm
Dennis Holm 2011.jpg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 2. mai 1972 í/á Vágur
Starv politikari, samfelagsfrøðingur
Dátuheiti
Commons Dennis Holm

Dennis Holm (føddur 2. mai 1972) er ein føroyskur samfelagsfrøðingur, politikari og rithøvundur. Síðan 1. januar 2013 hevur hann verið býráðsformaður í Vágs býráð, hann varð valdur inn á listanum hjá Tjóðveldi. Hann varð valdur til borgarstjóra eftir at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin høvdu skipað samgongu. Hann varð útbúgvin sum cand.scient.pol. í samfelagsfrøði frá Aalborg Universitet í 1998.[1] Síðan oktober 2005 hevur hann verið í starvi sum leiðari fyri Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning. Áðrenn hann gjørdist leiðari, starvaðist hann sama stað frá 1999. Depilin fyri Samfelagsmenning er partur av Fróðskaparsetur Føroya.[2]

Áðrenn Dennis bleiv virkin innan politikk, var hann virkin í lokalsamfelagnum í Vági og í Føroyum sum heild. Hann er ein av stigtakarunum til Parkina við Sandin í Vági, hann er eisini ein av stigtakarunum til verkætlanina um at byggja 50-metra svimjiyl á Oyrunum í Vági. Hann er í nevndini fyri Vágs Sóknar Bygdasavn. Hann hevur fleiri ferðir verið við til at fyriskipa stór tónleikatiltøk, eitt nú Jóansøkufestivalin, tá hesin hevur verið í Vági. Hann var eisini ein av limunum í Five Star Entertainment, sum fekk stór tónleikanøvn til Føroya, eitt nú Bryan Adams og Elton John, sum høvdu konsertir á Tórsvølli í Havn. Konsertin við Bryan Adams var hin 4. juni 2008.[3] Konsertin við Elton John var 29. juni 2010.[4]

Dennis er sonur Elise og Óla Holm, sum er fyrrverandi mentamálaráðharri og fyrrverandi formaður fyri FSF.[5]

Útgávur í úrvali[rætta | rætta wikitekst]

Dennis hevur eitt nú skrivað fleiri vísindaligar ritgerðir, upprit, greinar, arbeiðsrit o.a.[6] [7]

  • 2011 - Dennis Holm: "Løgtingsvalið 2011: Útjaðarin mótvegis miðstaðarøkinum", í Stefan í Skorini og Høgni Reistrup: "Valið og Valdið - ein tvørskurður av løgtingsvalinum 2011", Sprotin 2011.
  • 2008 - Dennis Holm og Bogi Mortensen: Nøgdir og nýbrot – føroysk fiskivinnumenning í fimmti ár; Bókaútgáva (Book). Tórshavn: Sprotin.[8]
  • 2003 - Dennis Holm - Ynski og tørvur á eldraøkinum í Vágum[9]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Linkedin.com
  2. Setur.fo
  3. Eik.fo Eik stuðlar konsert við Bryan Adams
  4. KNR.gl Thorshavn klar til Elton John
  5. Jogvanarge.com
  6. Setur.fo Dennis Holm Publications
  7. Setur.fo Aðrar útgávur
  8. HNJ.fo
  9. Books.google.com