Bárður á Lakjuni

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Bárður á Lakjuni (føddur í 1978) er føroyskur tónasmiður, lærari og politikari, sum vaks upp í Fuglafirði. Í dag er hann búsitandi í Leirvík saman við konuni og børnunum.[1]

Bárður á Lakjuni er útbúgvin fólkaskúlalærari frá Føroya læraraskúla í 2006 og lærari í Fuglafjarðar skúla.

Á løgtingsvalinum í 2022 varð hann valdur í løgtingið fyri Fólkaflokkin. Hann er limur í Mentanarnevndini og limur í Útnorðurráðnum.[2][3]

Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2012 - Gakk tú tryggur - Saman við pápanum Jógvan á Lakjuni.[4]
  • 2020 - Lívsins dansur.[5]
  • 2022 - Sólin skínur gjøgnum gluggan.[6]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]