Jacob Vestergaard

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Jacob Vestergaard
Jacob Vestergaard 2015.JPG
Fiskimálaráðharri
Núverandi
Tók við starvinum
6. februar 2012
Undanmaður Jákup Mikkelsen
Fiskimálaráðharri
Í embæti
26. september 2008 – 6. apríl 2011
Undanmaður Tórbjørn Jacobsen
Eftirmaður Johan Dahl
Innlendismáláðharri
Í embæti
1. desember 2005 – 23. november 2007
Undanmaður Jógvan við Keldu
Eftirmaður Heðin Zachariasen
Fiskimálaráðharri
Í embæti
17. februar 2003 – 3. februar 2004
Undanmaður Jørgen Niclasen
Eftirmaður Johan Dahl
Løgtingslimur
Núverandi
Tók við starvinum
19. januar 2008
Borgarstjóri í Sumbiar kommunu
Í embæti
1993–2004
Persónlig kunning
Fødd(ur) 7. apríl 1961
Tvøroyri, Føroyar
Politiskur flokkur Fólkaflokkurin
Hjúnafelagi(ar) Sólfríð Vestergaard

Jacob Vestergaard (føddur 7. apríl 1961 av Økrum) er føroyskur politikari, valdur á Føroya Løgting í 2008 og fekk tá flestar atvøður í flokki sínum Fólkaflokkinum. Hann var borgarstjóri í Sumbiar kommunu í tíðarskeiðnum 1. januar 1993 til februar 2003 og so aftur frá 1. januar 2004 og árið út. Hann var formaður í Føroya Kommunufelag 2001–2003. Jacob er útbúgvin løgreglumaður (politistur). Hann var fiskimálaráðharri 2003-04, innlendismálaráðharri 2005-07, bleiv koyrdur eftir at hann hevði flutt Strandfaraskip Landsins til Suðuroynna. Hann var aftur fiskimálaráðharri 2008-2011. Til løgtingsvalið 29. oktober 2011 fekk Jacob 1047 atkvøður, og flokkurin kom aftur í samgongu. Flokkurin fekk eisini fiskivinnumál at umsita. Jacob Vestergaard fekk tó ongan ráðharrasess, tá landsstýrissessirnir vóru býttir, í staðin gjørdist Jákup Mikkelsen fiskimálaráðharri.[1] Trupulleikar vóru við gegni hjá Jákup Mikkelsen, tí hann er svágur ein av størstu reiðarunum í Føroyum, Hanus Hansen. Tað var nógv kjak um ógegni hjá Jákup Mikkelsen í føroysku fjølmiðlunum, og tað endaði við, at løgmaður, Kaj Leo Johannesen segði landsstýrismannin úr starvi hin 15. februar 2012, og seinni sama dag gjørdist tað alment, at Jacob Vestergaard fór at taka við starvinum sum fiskimálaráðharri kl. 10 hin 16. februar 2012.[2]

Politisk lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Aktuelt.fo, Jacob Vestergaard og Bjarni Djurholm vrakaðir
  2. Aktuelt.fo, Jacob Vestergaard nýggjur fiskimálaráðharri

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]