Heðin Zachariasen
Appearance
Heðin Zachariasen (føddur 13. september 1959 í Hvalvík) er politikari fyri Fólkaflokkin.
Hann var kommunustýrislimur og varaborgarstjóri í Hvalvíkar kommunu 1992–1996 og borgarstjóri har 1997–2004. Tann 1. januar 2005 legði Halvíkar kommuna seg saman við øðrum kommunum í Sunda kommunu, og var Heðin Zachariasen borgarstjóri har 2005-2008. Á kommunustýrisvalinum 2008 stillaði hann ikki uppaftur, men til kommunustýrisvalið í 2012 stillaði hann uppaftur og er aftur borgarstjóri frá 2013.
Heðin Zachariasen var valdur á Løgting 2002-2008 (tó ikki tíðarskeið sum landsstýrismaður), og var hann eykamaður fyri Jørgen Niclasen 2008–2011. Hann var landsstýrismaður í innlendismálum 2007-2008.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 362. (PDF Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)
- Heðin Zachariasen Archived 2011-08-09 at the Wayback Machine á heimasíðuni hjá Løgtinginum