Fiskimálaráðharrar í Føroyum
Appearance
Fiskimálaráðharrin í Føroyum ella landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er limur í Føroya Landsstýri. Fiskivinnumál hava verið málsøkið hjá einum landsstýrismanni í Føroyum síðan 1959, undantikið tíðarskeiðið 1985-1989, tá løgmaður umsat fiskivinnumál. Fiskivinnumál hava verið partur av einum størri ráði, men nú er tað í einum ráði fyri seg og verður nevnt Fiskimálaráðið, tó eru landbúnaðarmál eisini partur av málsøkjunum hjá ráðnum.
| Tíðarskeið | Navn | Flokkur | Ráð |
|---|---|---|---|
| 1959–1963 | Kristian Djurhuus | Sambandsflokkurin | Skatta-, fiskivinnu- og løgmálaráðið |
| 1963–1967 | Erlendur Patursson | Tjóðveldisflokkurin | Fíggjar-, fiskivinnu- og løgmálaráðið |
| 1967–1968 | Kristian Djurhuus | Sambandsflokkurin | Fíggjar-, landbúnaðar- og fiskivinnumálaráðið |
| 1968–1970 | Villi Sørensen | Javnaðarflokkurin | Samferðslu- og fiskivinnumálaráðið |
| 1970 | Atli Dam | Javnaðarflokkurin | Samferðslu- og fiskivinnumálaráðið |
| 1970–1975 | Eli Nolsøe | Sambandsflokkurin | Fiskivinnu-, handils- og løgmálaráðið |
| 1975–1979 | Petur Reinert | Tjóðveldisflokkurin | Fiskivinnu- og kommunumálaráðið |
| 1979–1981 | Heðin M. Klein | Tjóðveldisflokkurin | Fiskeri- og kommunaldepartementet |
| 1981–1983 | Olaf Olsen | Fólkaflokkurin | Fiskivinnu- og handilsmálaráðið |
| 1983–1985 | Anfinn Kallsberg | Fólkaflokkurin | Fiskivinnu- og handilsmálaráðið |
| 1989 | Anfinn Kallsberg | Fólkaflokkurin | Fiskivinnu- og kommunumálaráðið |
| 1989–1991 | Jógvan I. Olsen | Sambandsflokkurin | Fiskivinnu- og orkumálaráðið |
| 1991–1993 | John Petersen | Fólkaflokkurin | Fiskivinnu- og landbúnaðarmálaráðið |
| 1993–1994 | Thomas Arabo | Javnaðarflokkurin | Fiskivinnu- og ídnaðarmálaráðið |
| 1994–1996 | Ivan Johannesen | Sambandsflokkurin | Fiski- og alimálaráðið |
| 1996–1998 | John Petersen | Fólkaflokkurin | Fiskimálaráðið |
| 1998–2003 | Jørgen Niclasen | Fólkaflokkurin | Fiskimálaráðið |
| 2003–2004 | Jacob Vestergaard | Fólkaflokkurin | Fiskimálaráðið |
| 2004 | Johan Dahl | Sambandsflokkurin | Fiskimálaráðið |
| 2004–2008 | Bjørn Kalsø | Sambandsflokkurin | Fiskimálaráðið |
| 2008 | Tórbjørn Jacobsen | Tjóðveldi | Fiskivinnu- og tilfeingismálaráðið |
| 2008–2011 | Jacob Vestergaard | Fólkaflokkurin | Fiskimálaráðið |
| 2011 | Johan Dahl | Sambandsflokkurin | Fiskimálaráðið |
| 2011–2012 | Jákup Mikkelsen | Fólkaflokkurin | Fiskimálaráðið |
| 2012–2015 | Jacob Vestergaard[1] | Fólkaflokkurin | Fiskimálaráðið |
| 2015–2019 | Høgni Hoydal[2] | Tjóðveldi | Fiskimálaráðið |
| 2019–2021 | Jacob Vestergaard | Fólkaflokkurin | Fiskimálaráðið |
| 2022 (jan.-des.) | Árni Skaale | Fólkaflokkurin | Fiskimálaráðið |
| 2022– | Dennis Holm[3] | Tjóðveldi | Fiskimálaráðið |