Ivan Johannesen
| Ivan Johannesen | |
|---|---|
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 28. jun 1934 í/á Miðvágur |
| Andaðist | 18. apr 2012 |
| Starv | politikari, reiðari, skipari, mechanic |
| Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
| Mál | Føroyskt mál |
| Dátuheiti | |
Ivan Johannesen (f. 28. juni 1934 í Miðvági, d. 18. apríl 2012) var reiðari og politikari fyri Sambandsflokkin.
Hann var útbúgvin maskinsmiður 1951, sum maskinpassari-motorpassari 1955 og sum maskinmeistari 1958. Hann starvaðist sum maskinmeistari í føroyska fiskiskipaflotanum 1955-77, sum skipari og reiðari 1977-78, og sum reiðari 1991-
Ivan Johannesen var løgtingslimur árini 1978-88 og 1994-1998, undantikin skeið sum landsstýrismaður. Árini 1989-1991 var hann landsstýrismaður í fíggjar-, sjóvinnu- og kommunumálum, í 1994-1996 í fiskivinnumálum og alivinnumálum og í 1996-1998 var hann landsstýrismaður í vinnu-, alivinnu- og landbúnaðarmálum.
Hann sat sum bygdaráðslimur í Miðvágs kommunu 1970-74. Hann var umboðsráðslimur í SEV 1971-1975 og stýrislimur í SEV 1975-1989, harav formaður 1981-1985.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 304. (PDF Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)