John Petersen (politikari)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
John Petersen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 8. sep 1948 í/á Skopun
Andaðist 12. sep 2018
Starv politikari, general contractor, skipasmiður, fiskimaður
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin
Dátuheiti

John Christian Petersen (føddur 8. september 1948 í Skopun, deyður 12. september 2018[1]) er fyrrverandi politikari fyri Fólkaflokkin.

John Petersen er útbúgvin stálskipasmiður í 1969 og maskinistur frá 1974. Hann starvaðist sum stálskipasmiður 1965-1973 og síðani sum arbeiðstakari.

Hann var bygdaráðslimur í Skopunar kommunu 1976-1992, og var hann løgtingslimur 1988-1998, undantikin skeið sum landsstýrismaður. Hann var landsstýrismaður í fiskivinnu- og landbúnaðarmálum 1991-1993 og í fiskivinnumálum 1996-1998. Hann sat í nevndini í SEV 1985-1991.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Ingi Samuelsen: John Petersen, fyrrverandi landsstýrismaður, deyður, dimma.fo 2018-09-12