Tjóðveldi
Tjóðveldi | |
---|---|
Formaður | Høgni Hoydal |
Stovnaður | 22.-23. mai 1948 |
Ideologi |
Føroyskur loysingarflokkur[1] Demokratisk sosialisma[1] Øko-sosialisma[1] Republikanisma[2] |
Politisk støða | Vinstrahallur |
Norðurlendskt tilknýta | Nordic Green Left Alliance |
Løgting |
6 / 33 |
Fólkatingið (Føroyskir sessir) |
0 / 2 |
Heimasíða | |
http://www.tjodveldi.fo/ |
Tjóðveldi varð stovnað á fundi 22. og 23. mai 1948 við navninum Tjóðveldisflokkurin. Flokkurin varð stovnaður av tí at føroyska tjóðveldið ikki varð stovnsett eftir fólkaatkvøðuna 14. september 1946. Hugsjónin er at fólkaræði skal galda í øllum viðurskiftum í føroyska samfelagnum, "politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins". Flokkurin vil at Føroyar skulu taka lut í altjóða samfelagnum sum sjálvstøðug tjóð við bæði rættindum og skyldum sum aðrar sjálvstøðugar tjóðir. Tjóðveldisflokkurin kom fyrstu ferð á ting í 1950 og hevur verið á tingi síðani. 14. september 2007 broytti flokkurin navn til Tjóðveldi.
Tjóðveldi er ein sosialistiskur flokkur. Tjóðveldi er limur í norðurlendska felagsskapinum NGLA, sum stendur fyri Nordic Green Left Alliance. Síðan fimmtiárini hevur flokkurin støðugt verið millum fýra teir stóru flokkarnar í Føroyum og hevur oftast fingið millum 20 og 24 % av atkvøðunum til løgtingsval.
Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður í 1948 sum eitt beinleiðis úrslit av fólkaatkvøðuni í 1946.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Fólkaatkvøðan í 1946
[rætta | rætta wikitekst]Tá ið fólkaatkvøða varð útskrivað í 1946, var eingin politiskur flokkur fegin um hetta. Fólkaflokkurin, sum tá vildi hava føroyskt fullveldi, vildi ikki hava ein fólkaatkvøðu um antin loysing ella heimastýrisskipan. Hann vildi hava fleiri valmøguleikar – har ein møguleiki var ein skipan, har Føroyar høvdu fullveldi, men vóru í ríkisfelagsskapi við Danmark. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vildu tó saman við donsku stjórnini hava fólkaatkvøðuna at snúgva seg um eitt danskt stjórnaruppskot sum líktist heimastýrisskipanini. Sostatt var eingin politiskur flokkur, sum beinleiðis arbeiddi fyri, at føroyingar skuldu velja loysing á fólkaatkvøðuni 14. september 1946. Javnaðartingmaðurin Jákup í Jákupsstovu var tó fyri loysing. Tí atkvøddi hann fyri øllum uppskotum í tinginum, sum miðaðu eftir at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land.
Flokkurin stovnaður
[rætta | rætta wikitekst]Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður á fundi 22. og 23. mai í 1948. Flokkurin skuldi hava sum endamál at fremja úrslitið av fólkaatkvøðuni í 1946 og virka fyri, at veruligt fólkaræði kom at galda í Føroyum í einum sosialt rættvísum samfelag. Teirra hugsjón var, at eingin stætt skuldi hava nakran framíhjárætt. Tey vildu stovnseta føroyska tjóðveldið, so at farast kundi undir at endurreisa og menna samfelagið á egnum grundarlagi, við javnbjóðis samstarvi við aðrar tjóðir. Navnið Tjóðveldisflokkurin merkir í orðsins týdningi, at tjóðin skal hava valdið í egnum landi. Í floksins stevnu varð gjørt greitt, at tjóðarfrælsið er amboðið til at skipa eitt samhaldsfast samfelag, har korini hjá verkafólki og fiskimonnum skuldu betrast.
Á ting í 1950
[rætta | rætta wikitekst]Tjóðveldisflokkurin bjóðaði seg fram á løgtingsvali fyrstu ferð í 1950 og fekk tvey umboð vald í Løgtingið. Flokkurin vaks á valinum í 1954 og fekk seks umboð á ting. Í 1958 vann Tjóðveldisflokkurin sjey umboð. Fyrstu umboð floksins á tingi vóru Hanus við Høgadalsá og D.P. Danielsen. Samstundis vóru oddafólk í flokkinum sera virkin í fakfelagsarbeiði, mentanararbeiði og vinnulívsmenning. Nevnast kunnu fólk sum D.P. Danielsen, Frederik Hansen, Erlendur Patursson, Jákup í Jákupsstovu, Andrea Árting, Andreas Ziska, Hanus við Høgadalsá, Hans Debes Joensen, Jóhan Simonsen, Karsten Hoydal, Sigurð Joensen og onnur.
Flokkurin í samgongu
[rætta | rætta wikitekst]Fyrstu 12 árini var Tjóðveldisflokkurin ikki í samgongu um at skipa landsstýri, men eftir valið í 1962 skipaði flokkurin samgongu saman við Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Hetta landsstýrið varð nevnt sjálvstýrislandsstýrið og setti sær fyri at taka yvir fleiri mál frá Danmark. Kortini var, tá samanum kom, ikki semja í samgonguni til at fremja ætlaðu yvirtøkurnar.
Síðan hevur flokkurin verið í samgongu fleiri ferðir saman við skiftandi flokkum.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Loysing
[rætta | rætta wikitekst]Høvuðsmál í politikki floksins á tingi hava verið at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð og at tryggja øll rættindi hjá føroysku tjóðini. Tjóðveldi vil stovnseta føroyska tjóðveldið sum eitt fólkaræði við egnum forseta sum ríkisovasta. Fólkaræðið verður tryggjað við frælsari stjórnarskipan og við fólkaatkvøðum um mál, ið hava týdning fyri sjálvræðið í landinum. Tjóðarfrælsi er fortreytin fyri at tryggja javnstøðu millum heimsins tjóðir.
Umhvørvismál
[rætta | rætta wikitekst]Umhvørvisskrivstova verður sett á stovn til tess at samskipa umhvørvispolitikkin. Royndir við alternativum orkukeldum, eitt nú vind-, aldu- og streymorku, skulu fremjast, so at orkutørvurin kann nøktast varandi, og so at dieselorkuverkini verða avloyst. Almennar byggisamtyktir skulu áseta krøv um orkusparing. Upplýsing um orkusparandi tiltøk og umleggingar av orkunýtslu skulu gerast. Krøv skulu setast um at allir almennir nýbyggningar eru orkuvinarligir. Seta tiltøk í verk at forða fyri jarðlopi í landslagnum og týning av plantuvøkstri og djóralívi. Gjøld skulu latast fyri vinnuligari nýtslu av almennum tilfeingi. Krøv skulu eisini setast um at gagnnýta alt tilfeingi í vinnuligari nýtslu. Harðar revsitreytir skulu eisini setast fyri dálking hjá bæði fyritøkum og einstaklingum. Eggjað skal verða til lokal tiltøk viðvíkjandi orkusparing, umhvørvisundirvísing og fríðkan; avgjaldspolitikkur eigur at geva fyrimun fyri orkusparing og minkandi nýtslu, ikki avsláttur fyri stóra nýtslu.
Útbúgving
[rætta | rætta wikitekst]Tjóðveldi virkar fyri munandi øktum íløgum í útbúgving og gransking og miðvísari endurskoðan og samskipan av undirvísingar- og granskingarverkinum. Hetta verða gjørt við útbúgvingarskipan, sum er ókeypis fyri øll, og við eftirútbúgvingum og granskingarframtøkum í samstarvi millum vinnulívið og tað almenna.
Mentanarpolitikkur
[rætta | rætta wikitekst]Eitt óheft Mentanarráð Føroya verður sett á stovn við fjølbroyttari umboðan úr mentanarlívinum – frá ítrótti og frítíðarfeløgum til rithøvundar, tónleika- og málningalist o.s.fr. Mentanarráð Føroya skal gera árligar metingar og tilráðingar um føroyskan mentanarpolitikk, á sama hátt sum Búskaparráðið ger um búskap. Farið verður at byggja og skipa Tjóðleikpall Føroya, sum skal gerast karmur um bæði leiklist og tónleik á professionellum stigi, og sum samstundis skal stuðla áhugaleiki. Til pallin skulu knýtast fólk við neyðugum tekniskum og listarligum førleikum. Lista- og tónleikaskúli verður eisini settur á stovn.
Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya verða skipað sum sjálvstøðugir stovnar, ikki sum KvF, og stuðlaðir fíggjarliga til burturav at framleiða føroyskt og føroyskað tilfar og at goyma mynda- og ljóðsøvnini fyri tjóðina. Stovnarnir eiga at virka sum miðlahús, har royndir við margmiðlum og samstarv við privatar framleiðarar verða skipað. Stuðul til føroyska bókaútgávu og útgávu av elektroniskum tilfari á føroyskum verður styrkt munandi. Fyriskipanir fyri bókaútgávu skulu gerast liðiligari, og stuðulsskipanirnar skulu eisini fevna um týðing av bókmentum, filmum, spølum, telduforritum o.s.fr. Harafturat skal stuðulin til orðabókagerð økjast.
Fornminnapolitikkurin verður styrktur, soleiðis at fornminni kunnu friðast og varðveitast, men samstundis verða partur av eini livandi mentan í lokaløkjunum, eitt nú við at stuðla lokalt fornminnisarbeiði. Samsvarandi hesum endamáli skal friðingarlóggávan endurskoðast og neyðuga arbeiðið at skráseta øll fornminni í Føroyum gerast sum skjótast.
Uttanríkismál
[rætta | rætta wikitekst]Føroyar skulu menna beinleiðis samstarv við so nógvar tjóðir sum gjørligt mentanarliga, politiskt og búskaparliga. Føroyar skulu leggja dent á at tryggja mannarættindi og rættindi hjá føroysku tjóðini og øðrum smátjóðum í heiminum. Føroyar skulu virka miðvíst fyri altjóða reglum og samstarvi um havumhvørvisvernd og burðardygga tilfeingisnýtslu. Føroyar stovna sendistovur í útvaldum londum og samstarva annars við Norðurlond um uttanlandsumboðan. Konslar verða settir í øðrum londum. Føroyar gerast sjálvstøðugur limur í Sameindu Tjóðum (ST). Samstarvið millum londini í útnorðri verður styrkt, og øll londini og økini kring Norðuratlantshav samstarva um havumhvørvisvernd og tilfeingisumsiting. Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum og í norðurlendskum sáttmálum, sum hava við sær javnbjóðis rættindi til útbúgving, arbeiði og sosialar skipanir og rættindi til at hava frítt at fara. Føroyar taka lut í samstarvi við aðrar smátjóðir kring allan heim.
Føroyar skulu virka fyri at fáa limaskap og virka í altjóða felagsskapum, og at norðurlendskt samstarv verður víðkað til eisini at fevna um grannalond okkara vestanfyri og sunnanfyri (Kanadisku økini, Skotland, Írland, Hetland, Orknoyggjar o.s.fr.). Vit gerast sjálvstøðugur limur í Sameindu Tjóðum.
Evropasamveldið
[rætta | rætta wikitekst]Tjóðveldi er ímóti limaskapi í ES. Føroyar skulu saman við hinum londunum í útnorðri miða eftir at økja um samstarvið í londini útnorðri, soleiðis at tey kunnu gerast ein mótvekt og samstarvsfelagi hjá ES. Vit gerast limur í EFTA og fáa harvið fría atgongd til ES-marknaðin og til útbúgvingar-, granskingar, og mentanarsamstarvið í Evropasamveldinum. Vit fara undir at brúka Evro sum gjaldoyra.
Hernaðarmál
[rætta | rætta wikitekst]Møguligar bindingar í verjupolitiskum spurningum skulu avgerast við fólkaatkvøðu; Føroyar skulu taka upp beinleiðis samband við síni grannalond og við NATO til tess at gera avtalu um skipanina av verjumálum. Føroyar virka fyri friði og hernaðarligari avdubbing í heiminum. Føroyar skulu vera kjarnorkufrítt øki. Føroyar skulu taka lut í altjóða samstarvi viðvíkjandi sivilari tilbúgving.
Formenn
[rætta | rætta wikitekst]Umboð á Løgtingið
[rætta | rætta wikitekst]2022 -
- Høgni Hoydal (Eirikur í Jákupsstovu)
- Sirið Stenberg (Liljan Weihe)
- Annika Olsen
- Dennis Holm (Erling Eidesgaard)
2019-2022
[rætta | rætta wikitekst]Á løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Tjóðveldi 6 tingfólk vald.[3]
2015-2019
[rætta | rætta wikitekst]- Høgni Hoydal (Bjørt Samuelsen)
- Sirið Stenberg (Óluva Klettskarð)
- Kristina Háfoss (Pauli Trond Petersen)
- Magni Arge (Ingolf S. Olsen)
- Annita á Fríðriksmørk
- Katrin Kallsberg
- Páll á Reynatúgvu
2011-2015
[rætta | rætta wikitekst]Navn | Heimstaður |
---|---|
Høgni Hoydal | Suðurstreymoy |
Páll á Reynatúgvu | Sandoy |
Kristina Háfoss | Suðurstreymoy |
Bjørt Samuelsen | Suðurstreymoy |
Gunnvør Balle | Suðurstreymoy |
Sirið Stenberg | Suðuroy |
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]A - Fólkaflokkurin ·
B - Sambandsflokkurin ·
C - Javnaðarflokkur ·
D - Sjálvstýri ·
E - Tjóðveldi
F - Framsókn ·
H - Miðflokkurin ·
K - Framtakið ·
L - Føroyaflokkurin ·
- ↑ 1.0 1.1 1.2 Parties and Elections in Europe: The database about parliamentary elections and political parties in Europe, by Wolfram Nordsieck
- ↑ Christina Bergqvist (1 January 1999). Equal Democracies?: Gender and Politics in the Nordic Countries. Nordic Council of Ministers. pp. 318–. ISBN 978-82-00-12799-4.
- ↑ Hesi manna nýggja løgtingið, kvf.fo