Útvarp Føroya
Útvarp Føroya (ÚF) var almenna útvarpið í Føroyum og eitur nú Kringvarp Føroya.
Fyribils stjórin eitur Kári Sólstein.
Søgan
[rætta | rætta wikitekst]Útvarp Føroya varð stovnað í 1957 og fór undir regluligar sendingar 6. februar 1957. Løgtingið hevði í 1956 samtykt at seta á stovn eitt alment útvarp í Føroyum. Fyrsti útvarpsstjórin var Axel Tórgarð, ið seinni gjørdist prestur, fyrsta programmfólkið var Hjørdis Thomsen úr Nólsoy. Elias Johansen, Lias í Rættará, sum fyrr hevði verið blaðstjóri, var eisini eitt av fyrstu starvsfólkunum í útvarpinum, í fyrstani keypti útvarpið tíðindi frá honum fyri ávíst krónutal, men seinni varð hann settur í fast starv. Eftir Axel Tórgarð, í 1960, tók Niels Juel Arge við sum útvarpsstjóri, og hann leiddi stovnin, til hann legði frá sær fyri aldur í 1990. Niels Juel byrjaði í føstum starvi sum upplesari í útvarpinum longu í mai 1957.
Sent varð ein hálvan tíma á miðdegi og millum hálvan og heilan tíma um kvøldið. Høvuðsinnihaldið vóru tíðindi, veðurtíðindi og nakrar talu- og tónleikasendingar.[1]
Útvarpið menti seg gjøgnum øll trýssini, stundum við stórum framleiðslum av útvarpsleikum, beinleiðis sendingum, týðing av heimsbókmentum o.s.fr.
Útvarp Føroya hevði ikki nokk av pengum til at mennast nóg nógv, og tí var farið undir at fáa fleiri inntøkur til vega, hetta gjørdist við eydnuspælinum V4. Tað varð sambært løgtingslóg sett í verk í november 1969. V4 vísti seg at gerast ein rimmar inntøkukelda hjá útvarpinum. Samstundis fekk útvarpið sína størstu viðgongd nakrantíð við undirhaldssendingunum, sum folk bara nevndu V4. Ferðast varð kring landið, og sent varð av bygd og úr bý í eini 10 ár.
Fyrstu árini varð sent av Bryggjubakka í hølum, sum útvarpið upprunaliga leigaði frá Telefonverkinum, og keypti fyrst í sjeytiárunum. Farið varð undir byggingina av nýggjum útvarpshúsi á heysti 1978, og 2. juli 1981 varð flutt inn í tann eystara partin av húsinum, sum hevur tríggjar útvarpsstovur og skrivstovu- og redaksjónsrúm.
Á sjálvum 25 ára degnum, tann 6. februar 1982, varð alt húsið tikið í brúk. Nú vóru eisini forhøllin, útvarpshøllin og leikhøllin klárar. Útvarpið hevði nú einar 2200 fermetrar av gólvi at húsast á, og bara útvarpshøllin einsamøll hevði líka stóra gólvvídd, sum tey gomlu hølini á Bryggjubakka tilsamans.
Útvarp Føroya var síni fyrstu mongu ár einasti luftborni miðil í landinum. Kapping var frá norskum, donskum og íslendskum útvarpi. Í henni stóð Útvarp Føroya seg væl.
Umleið 1980 fekk ÚF eisini kapping frá sjónvarpi í Føroyum. Sendingarnar hjá fyrst Sjónvarpsfelagnum í Havn og síðani Sjónvarpi Føroya tóku í fyrstani nógvar lurtarar ein part av degnum, men sum frá leið stóð útvarpið seg eisini væl í hesi kapping og menti seg.
Í nítiárunum kom fyrst kapping frá fylgisveinasjónvarpi og síðani øðrum føroyskum útvarpsrásum. Umstøðurnar hjá Útvarpi Føroya broyttust, og kappingin um lurtararnar harðnaði enn meir.
Útvarpið fór undir sínar sendingar við einum lítlum 5 kW-sendara frá Marconi, sum kom úr Suðurafrika, hagar hann varð sendur miðskeiðis í fimtiárunum. Hann varð tó ongantíð uppsettur har og kom síðani til Føroya, har hann varð settur upp uppi á Varða í Havn.
Hesin sendari var leingi álitið hjá Útvarpi Føroya at bera boð til Føroya folk, men hann hevði sínar veikleikar og onkuntíð kavaði hann inni, so hann fekk ikki sent. Hjálpt varð um hetta um tíggjuáraskifti 1969-1970, tá tríggir FM-sendarar vórðu settir upp á Húsareyni, á Brúnaskarði og á Hestinum.
Hesir sendarar sendu ikki so langt sum millumbylgjan, men ljóðgóðskan var munandi betri, og gjøgnum hesar sendarar hoyrdu eitt nú hetlendingar sínar fyrstu sendingar í stereo. Útvarp Føroya varð seinni í sjeytiárunum fyrsta útvarpsstøð, sum rakk um alt landið við stereo.
Øll áttiárini varð arbeitt fyri nýggjum og sterkum millumbylgjusendara at røkka sjófólkið, sum hevði sítt arbeiðspláss víða um Norðuratlantshav. Hetta fekst loksins í lag, og avrátt varð at byggja ein 200 kW-sendara í Akrabyrgi. Hann sendi í 18 ár, til hann í 2008 varð skiftur út við tveir nýggjar sendarar, ein á 100 kW og ein á 50 kW.
1. januar 2005 vórðu Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya løgd saman í ein stovn, Kringvarp Føroya. Stjórin í Kringvarpinum eitur Dia Midjord, hann tók við starvinum 1. august 2012 eftir at Annika Mittún Jacobsen legði frá sær.[2]