Jump to content

Axel Tórgarð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Axel Tórgarð (sæst til høgru).

Axel Wenningstedt Tórgarð (31. mars 1923 í Havn - 24. mars 2011) var ein føroyskur prestur og týðari. Hann var sonur H.C.W. Tórgarð. Hann var stjóri í nýstovnaða Útvarpi Føroya í nøkur ár, til hann gjørdist prestur í Norðurstreymoy; seinastu árini av lívinum var hann serliga virkin sum týðari. Axel Tórgarð hevur serliga týtt klassiskar bókmentir úr enskum til føroyskt, men eisini nakað úr grikskum. Axel eigur børnini Súsonnu, Riu og Hans Tórgarð, sum øll eru sjónleikarar.

Heiðurslønir

[rætta | rætta wikitekst]
  • 1989 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir.
  • 1994 - Heiðursgávu frá grunni Christians á Brekkumørk. [1]
  • 2002 - Heiðursgávu Landsins
  1. "Bokasolan.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-07-21. https://archive.today/20120721010647/http://www.bokasolan.fo/rithovundasavn/ASP_filar/03311923_torgard_axel_wenningsted.asp. Heintað 2011-05-09. 

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]