Ria Tórgarð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Jóhanna Maria Tórgarð, betri kend sum Ria Tórgarð (fødd 1960) er ein føroyskur sjónleikari, leikstjóri, leikrithøvundur og týðari. Hon hevur nomið sær útbúgving á sjónleikara- og leikstjóraskúla Voionmaan Opisto í Finnlandi í 1988. Ria hevur spælt nógvar sjónleikir í Føroyum og lagt røddir til útvarpsleikir, teknifilmar og ljóðbøkur. Harumframt hevur hon eisini leikstjórnað nakrar leikir. Hon hevur starvast sum sjónleikari og leikstjóri á Tjóðpalli Føroya síðan 2000 og sum sjónleikari á Teatur Grugg síðan 2006.[1] Hon er dóttir Axel Tórgarð og abbadóttir H.C.W. Tórgarð. Bæði systir hennara, Súsanna Tórgarð, og beiggi hennara, Hans Tórgarð, eru eisini sjónleikarar. Ria er limur í Leiklistaráðnum.

Leikir, sum Ria Tórgarð hevur spælt ein leiklut í[rætta | rætta wikitekst]

  • The Danny Crowe Show - Tjóðpallurin 2010
  • Café Grugg - Tjóðpallurin 2008
  • Náttarherbergið - Tjóðpallurin 2007
  • Cafe Grugg - Tjóðpallurin 2007
  • Limbo - Tjóðpallurin 2006
  • Ronja Ránsmansdóttir - Tjóðpallurin 2005
  • Momo - Tjóðpallurin 2005
  • Fótur í Hosu - Gríma 2001
  • Krypilin úr Inishmaan - Gríma 2000
  • Móðir Sjeystjørna - Gríma 2000
  • Várkabarett - Gríma 1999
  • Vitavørðurin - Gríma 1999
  • Dreymur Jóansøkunátt - Gríma 1998
  • Oliver Twist - Gríma 1997
  • Á krabbasvalanum - Gríma 1997
  • Grumma Grimhild - Gríma 1997
  • Gøtan - Gríma 1996
  • Húsið hjá Bernardu Alba - Gríma 1995
  • Snati - Gríma 1994
  • Glataðu spælimennirnir - Gríma 1993
  • Sjeynda boð: Stjal eitt sindur minni - Gríma 1991
  • Antigone - Gríma 1989

Harafturat hevur hon lagt røddir til ymsar útvarpsleikir, teknifilmar og ljóðbøkur.[2]

Leikrit og/ella leikstjórn[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. linkedin.com - Ria Tórgarð
  2. Tjodpallur.fo
  3. in.fo - Ria heldur skil á 59 leikarum í Víkingahúsinum
  4. rks.fo - Føroyingasøga í Løkshøll, útgivið 6. oktober 2011

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]