Gríma
Yrkissjónleikarbólkurin Gríma varð stovnaður í 1977 av Eyðun Johannessen, ið er fyrsti føroyingur í søguni við útbúgving sum sjónleikari. Eyðun stovnaði Grímu saman við 4 amatørleikarum úr Havnar Sjónleikarafelag. Leikararnir vóru: Rosa á Rógvu, Birita Mohr, Egi Dam og Kári Øster. Bólkurin fekk navnið Gríma.
Gríma hevði ikki egin høli, men leigaði seg inn frá verkætlan til verkætlan. Í 1998 fekk Gríma fyri fyrstu ferð sítt egna sjónleikarhús, tá salurin í Gamla Meiaríi í Tórsgøtu 9 varð tikin í nýtslu. Gríma helt fra á Gamla Meiarínum fram til 1. januar 2005, tá Tjóðpallur Føroya byrjaði virksemi sítt og tók yvir hølini.
Løgtingið hevur øll árini latið stuðul til leikbólkin Grímu, og í 1989 varð allur stuðul til sjónleik yvirhøvur samskipaður undir Leikpalli Føroya, ein sjálvsognarstovnur sum hevði til endamáls at lata stuðul til bæði áhuga- og yrkissjónleik. Leikpallur Føroya virkaði fram til 2005, tá Tjóðpallurin varð stovnaður, og leiklistaráðið tekur sær nú av hesum uppgávum.[1]
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "tjodpallur.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-04-10. https://web.archive.org/web/20160410225005/http://www.tjodpallur.fo/new-page-92/. Heintað 2016-02-27.