Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs er bókmentaheiðursløn, sum Tórshavnar býráð letur fyri barnabøkur. Heiðurslønin verður latin sama dag sum Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens, 17. september, ella ein av døgunum beint áðrenn ella beint eftir føðingardag Mads Andreas Jacobsens, í 2011 vóru virðislønirnar latnar 22. september og í 2012 vóru tær latnar hin 20. september.[1] Tvær virðislønir kunnu latast, men nevndin hevur eisini heimild til bert at lata eina ella onga. Virðislønirnar eru 20 000 kr. hvør. Í nevndini fyri heiðurslønina eru fimm limir, sum umboða býráðið, Býarbókasavnið í Havn og skúlabókavørðarnir í kommunalu skúlunum. Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs varð latin fyrstu ferð í 1976. Í 2010 varð reglugerðin nakað víðkað og broytt, og heitið Barnabókaheiðursløn varð broytt til Barnamentanarheiðursløn.[2]

Higartil hava hesi fingið heiðurslønina[rætta | rætta wikitekst]

Nevndin fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs[rætta | rætta wikitekst]

Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Poulina Slættanes og Irdi Danielsen, valdar av býráðnum og Hansina Huusgaard, vald av skúlabókavørðunum við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.[16]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Torshavn.fo, M. A. Jacobsens virðislønir 2012 latnar 20. september
  2. Torshavn.fo, Mentanarvirðislønir verða handaðar 22. september
  3. M.A. Jacobsens heiðurslønir og barnamentanarheiðursløn 2022, bbs.fo, 21.10.22
  4. Dánial og Annika fingið Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021, bbs.fo, 07.10.21
  5. "Lív, Jógvan, Hjalmar, Marjun og Rakel fáa mentanarvirðislønir Tórshavnar býráðs 2020". Tórshavnar kommuna. 8. oktober 2020. https://www.torshavn.fo/tidindi/liv-jogvan-hjalmar-marjun-og-rakel-faa-mentanarvirdislonir-torshavnar-byrads-2020/. Heintað 4. februar 2021. 
  6. Vang, Vónbjørt (8. november 2018). "Rannvá, Edward og Vár fingu virðislønir". Býaarbókasavnið. https://www.bbs.fo/fo/nyheder/short-news/rannva-edward-og-var-fingu-virdislonir. Heintað 18. januar 2020. 
  7. "Planet.fo, 5 mentanarvirðislønir handaðar í gjár". http://planet.fo/grein/5_mentanarvirdislonir_latnar_i_dag. Heintað 2013-09-20. 
  8. Torshavn.fo, Føroya Symfoniorkestur, Nicolina og Jógvan
  9. "Sandportal.fo, Jensina Olsen fekk barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 2010". http://www.sandportal.fo/onnur-tindi/24/jensina-olsen-fekk-barnabkaheiurslon-trshavnar-bras-2010.aspx. Heintað 2011-07-25. 
  10. Torshavn.fo
  11. "BBS.fo, Rakel Helmsdal, Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1996". http://www.bbs.fo/content/view/619. Heintað 2012-10-02. 
  12. BBS.fo, Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1985[deyð leinkja]
  13. BBS.fo[deyð leinkja] Steinbjørn B. Jacobsen, Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1985
  14. BBS.fo, Ebba Hentze, Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1984[deyð leinkja]
  15. "BBS.fo, Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs". http://www.bbs.fo/content/view/566/57/. Heintað 2012-10-02. 
  16. Torshavn.fo, M. A. Jacobsens virðislønir latnar 20. september