Bergur Rasmussen
Appearance
Bergur Rasmussen er ein føroyskur lærari, rithøvundur og týðari, uppvaksin í Havn, búsitandi í Vestmanna. Bergur tók í 1996 prógv á Føroya Læraraskúla. Hann starvast í løtuni í Tórshavnar Kommunuskúla.[1] Bergur er nevndarlimur í Rithøvundafelag Føroya.[2] Bergur útgav sína fyrstu bók í 2008, tað var fantasybókin Sigursteinurin, men áðrenn tað hevði hann týtt fleiri bøkur til føroyskt, eitt nú tríggjar av Harry Potter bókunum.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 2008 - Sigursteinurin, fantasybók, 148 síður
Týðingar
[rætta | rætta wikitekst]- 2007 - Harry Potter og Arvalutir Deyðans, eftir 7, J.K. Rowling, 680 síður, ISBN 978-99918-1-582-4[3]
- 2005 - Harry Potter og Hálvblóðsprinsurin - 6, J.K. Rowling, 561 síður, ISBN 99918-1-482-5[4]
- 2003 - Harry Potter og Føniksfylkingin - 5, [5]J.K. Rowling, 812 síður
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "bfl.fo, Bergur Rasmussen". http://www.bfl.fo/Rith%C3%B8vunda-v%C3%ADsing.aspx?ID=1010&GROUPID=GROUP537. Heintað 2014-04-13.
- ↑ aktuelt.fo, Rithøvundarnir skulu hava nýggjan leiðara[deyð leinkja]
- ↑ "bfl.fo, Harry Potter og arvalutir Deyðans - 7". http://www.bfl.fo/Ung.aspx?ID=1034&ProductID=PROD512. Heintað 2014-04-13.
- ↑ bfl.fo, Harry Potter og Hálvblóðsprinsurin - 6[deyð leinkja]
- ↑ "bfl.fo, Harry Potter og Føniksfylkingin - 5". http://www.bfl.fo/Ung.aspx?ID=1034&ProductID=PROD252. Heintað 2014-04-13.