Marius Johannesen
Marius Johannesen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 5. mar 1905 í/á Funningur |
Andaðist | 16. jul 1986 í/á Tórshavn |
Alma mater | Føroya Læraraskúli |
Starv | politikari, head teacher, editing staff, høvundur |
Politiskur flokkur | Nýtt Sjálvstýri |
Dátuheiti |
Marius Theophilus Johannesen róptur Marius á Háskúlanum (5. mars 1905 í Funningi - 16. juli 1986 í Tórshavn) var ein føroyskur lærari, politikari, rithøvundur og ritstjóri. Fjúrtan ára gamal fór hann til skips og var í fýra ár sjómaður, til hann í 1923 fór á læraraskúla í Havn, har hann tók prógv í 1926. Sama ár varð hann settur í starv við skúlarnar í Mikladali og á Trøllanesi, her starvaðist hann, til hann í 1953 varð settur sum fyristøðumaður á Føroya fólkaháskúla, eitt starv hann røkti, til hann vegna aldur og við eftirløn legði frá sær í 1970.
Marius hevur røkt mong álitisstørv innan føroyska skúlaverkið, formaður Føroya Lærarafelags var hann 1942-1953 og seinni aftur stjórnarlimur eitt skifti, blaðstjóri á Skúlablaðnum 1942-1967. Hann hevur eisini tikið lut í politikki sum løgtingsvalda umboð Sjálvstýrisfloksins í Suðurstreymoy tey bæði valskeiðini 1958-1966 og sum blaðstjóri á Tingakrossi drúgt áramál.
Marius hevur sjálvur skrivað og eisini lagt til rættis hóp av bókaútgávum: Føroyska fólkaskúlanum skrivaði hann lærubøkurnar "Skrivligt føroyskt 4-5. skúlaár", 1952, og "6.-7. skúlaár", 1954. Hann hevur skrivað barnabókina "Nósi kjósagrái", 1975, "Jólabókina" 1975, "Eitt sindur um Kalsoynna", 1976, "Megnarmenn og -kvinnur", 1979, "Føroysk barnaspøl", 1979.
Størv og álitisstørv
[rætta | rætta wikitekst]- 1930 - 1938 Borgarstjóri í Mikladals kommunu
- 1942 - 1953 Borgarstjóri í Mikladals kommunu
- 1942 - 1954 Formaður í Føroya Lærarafelagi
- 1953 - 1970 Fyristøðumaður á Føroya Fólkaháskúla
- 1958 - 1966 Løgtingslimur
- 1967 - 1978 Blaðstjóri á Tingakrossi
- 1981 - 1986 Ritstjóri á Varðanum
Útgivið
[rætta | rætta wikitekst]- 1952 - "Skrivligt føroyskt 4-5. skúlaár"
- 1954 - Skrivligt føroyskt 6.-7. skúlaár
- 1974 - Matur og matgerð (saman við Óluvu Skaale)
- 1975 - Nósi kjósagrái
- 1976 - Lærarafólk í Føroyum 1870-1976 (2.útg.)
- 1976 - Eitt sindur um Kalsoynna
- 1979 - Føroysk barnaspøl
- 1979 - Megnarmenn og -kvinnur
Heiðurslønir
[rætta | rætta wikitekst]- 1976 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fyri Matur og matgerð