Dánjal á Neystabø

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Dánjal Dam á Neystabø (føddur 1979) er ein føroyskur tónleikari, sangari, tónasmiður og sjónleikari. Hann er eitt nú kendur sum ein av tónleikarunum í norðurlendska tónleikabólkinum Dánjal og í Føroyum er hann serliga kendur fyri Ævintýraferðirnar, sum hann hevur framført fyri børnum saman við Búa Dam í fleiri ár, teir hava eisini útgivið fleiri fløgur í sambandi við Ævintýraferðirnar. Teir hava framført fleiri skemtiligar sangir sum t.d. Grækaris Grashøvd[1] og Snedigt, sum hava verið nógv spældir í Føroyum. Dánjal er fyrrverandi limur í føroyska tónleikabólkinum Tangz, sum gjørdist nummar trý til Prix Føroyar í 2001. Dánjal er sonur Helenu Dam á Neystabø, fyrrverandi mentamálaráðharra.[2]

Tónleikabólkurin Dánjal[rætta | rætta wikitekst]

Í juni 2012 gav orkestur hansara Dánjal út fløguna The Bubble, ið fekk fimm tilnevningar á Danish Music Awards Folk, sum varð hildið í november 2012.[3][4] Bólkurin fekk eisini eina tilnevning á Danish Music Awards World 2012.[5] Í 2013 hevur bólkurin Dánjal ferðast runt og spælt á festivalum í Noregi, Svøríki, Kekkia og í Danmark. Tey í Bólkinum Dánjal fara eisini at framføra á G! í 2013.[6] Tey sum manna oekestrið Dánjal eru úr Føroyum, Damnark, Svøríki og Finnlandi, tey eru: Dánjal á Neystabø, Kim Nyberg, Annika Jessen, Sidse Holte, Stephan Sieben, Erik Olevik og Ulrik Brohuus.[7] Eftir ætlan kemur út ein nýggj fløga í oktober 2013. Tey hava útgivið staklag av komandi fløguni, sum verður nevnt Raindrops.[8]

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Við tónleikabólkinum Dánjal[rætta | rætta wikitekst]

  • 2009 - The Palace, TUTL & Peregrina Music
  • 2012 - The Bubble, Tutl[9] & Peregrina Music

Ævintýraferðin - saman við Búa Dam[rætta | rætta wikitekst]

  • 2005 - Hvat er hattar? - Ævintýraferðin 2005[10]
  • 2006 - Alt ber til - Ævintýraferðin 2006
  • 2007 - Ævintýraferðin 2007 - Finnur uppá
  • 2010 - Buldrist til tit brotna, klemmist til tit koppa
  • 2011 - Ævintýraferðin 2011

Ævintýraferðin á uppsamlingsfløgum[rætta | rætta wikitekst]

  • 2010 - Popp List 9
  • 2012 - Tað mesta av tí besta

Við tónleikabólkinum Tangz[rætta | rætta wikitekst]

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Saman við Búa Dam - Ævintýraferðin[rætta | rætta wikitekst]

Við tónleikabólkinum Dánjal[rætta | rætta wikitekst]

  • 2012 - Tilnevndur Danish Music Awards Folk í bólkinum Besta fløga, The Bubble
  • 2012 - Tilnevndur Danish Music Awards Folk í bólkinum Besta lag, "Bring Me Along"
  • 2012 - Tilnevndur Danish Music Awards Folk í bólkinum Besti sangskrivari
  • 2012 - Tilnevndur Danish Music Awards Folk í bólkinum Ársins talent
  • 2012 - Tilnevndur Danish Music Awards Folk í bólkinum Besta live framførsla
  • 2012 - Tilnevndur Danish Music Awards World í bólkinum Besta live framførsla[11]

Við bólkinum Tangz[rætta | rætta wikitekst]

  • 2001 - Nummar trý á Prix Føroyar

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Grækaris Grashøvd á Youtube
  2. Danjal.net
  3. Gaffa.dk, DMA Folk afslører nomineringer
  4. Planet.fo, Dánjal á Neystabø og Stanley Samuelsen eru nomineraðir til Danish Music Awards
  5. Music.fo, Dánjal (FO) on Tour In Sweden and Norway
  6. Planet.fo, Nýtt staklag frá Dánjali
  7. Gaffa.dk, Anmeldelse, Dánjal The Bubble, Fremragende og originalt opus
  8. Raindrops á Youtube
  9. Gaffa.dk
  10. Rateyourmusic.com
  11. Music.fo

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]