Marjun Syderbø Kjelnæs

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Marjun Syderbø Kjelnæs (fødd 1974) uppvaksin í Havn er føroyskur rithøvundur. Hon hevur skrivað bæði bundnan og óbundnan tekst, umframt til pall. Tvey yrkingasavn eru útkomin Rót tripp í 2012 og Opna í 2016. Í 2014 útgav Marjun sín fyrsta sjónleik. Hann kom út sum e-bók hjá Sprotanum, og varð hann frumframførdur á Tjóðpalli Føroya hin 15. februar 2014. Leikurin er eitt eksistensielt drama um lívið og kærleikan, vónloysið og vónina. Eyðun Johannessen leikstjórnaði, gjørt pallmynd og búnar hevur eysturríkarin Manfred Blaimauer. Tróndur Bogason hevur skrivað nýggjan sermerktan tónleik til leikin, Árni Baldvinsson er ljósdesignari og Jón McBirnie hevur gjørt ljóðmyndina, meðan Vígdis Hentze Olsen er komin til Føroyar at koreografera. Tey leikandi eru: Annika Johannessen, Annika Hoydal, Annfinnur Heinesen, Hjálmar Dam og Nicolaj Falck. Sangin hava Eivør Pálsdóttir og Ólavur Jákupsson lagt rødd til. Tróndur Bogason, Jóhannes Andreasen, Ólavur Olsen, Angelika Nielsen, Andrias Restorff og Jón McBirnie hava spælt tónleikin inn. Í 2010, útgav hon ungdómsskaldsøguna Skriva í sandin, sum vann norðurlendsku barnabókavirðislønina hjá skúlabókavørðum í 2011, í 2012 varð hon tilnevnd Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins og í 2013 Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Í 2011 fekk bók hennara pláss í White Raven Deutsche Jugendbbibliothek, har bara tær bestu barnabøkurnar koma. Í 2008 fekk hon Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs fyri Hvør fjalir seg røðina, sum Hanne Bjartalíð hevur myndprýtt.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2000 Russiskur dansur, stuttsøga í savninum Russiskur dansur
  • 2001 Kópakona í Mjørki í heilum
  • 2002 Trongd, útvarpsleikur, drama
  • 2004 Ein farri av kolvetni, stuttsøgusavn
    • 2006 Die Kette (Ketan) í týskari týðing í stuttsøgusavninum Von Inseln weiss ich…, útgivið av Unionsverlag
  • 2006 Tað svarta portrið í Míni jólabók
  • 2007 Og tú fert rennandi í Vencili 2
  • 2007 Hvør fjalir seg í postkassanum?
  • 2008 Hvør fjalir seg í ferðataskuni?
  • 2009 Hvør fjalir seg í smúkkuskríninum?
  • 2010 Skriva í sandin - ungdómsskaldsøga, Bókadeild Føroya Lærarafelags
    • 2010 Skriva í sandin í Elskar - elskar ikki (Norðurlendskt stuttsøgusavn)
    • 2012 Écrire dans le sable (Skriva í sandin), Jean Renaud umsetti til franskt í franska stuttsøgusavninum Nouvelles des pays nordiques sum merkir "Stuttsøgur úr Norðurlondum", éditions Reflets d’ailleurs, Clermont-Ferrand, 2011.[1]
    • 2012 Skriv i sandet, Hugin Eide umsetti til danskt, Torgard[2]
    • 2014 Skriv i sanden, í norskari týðing eftir Lars Moa, Samlaget[3]
    • 2015 Skrifa i sandinn, í íslendskari týðing, Bókaormurin[4]
  • 2012 Eg undrist, At týða týdningin, Allar línur spennast, Vit hava hits áður. Hesar stuttsøgurnar vóru útgivnar í Vencili 11.
  • 2012 Rót Trip - yrkingasavn, Sprotin.[5]
    • 2014 Root Trip, týtt til enskt hevur Marita Thomsen
    • 2015 Rot Tripp – Ord en route, Bokbyen Forlag, týtt til norskt hevur Lars Moa.
  • 2014 Tóm rúm, sjónleikur, Sprotin, 978-99972-1-041-8[6][7] Leikurin varð framførdur í februar 2014 á Tjóðpalli Føroya í Havn.[8]
  • 2016 At the heart of a Selkie, CD, yrkingar skrivaðar til tónleikaverk sungið av Eivør Pálsdóttir[9] tónasmiður: Peter Jensen. Framført av DR Big Band[10]
  • 2016 Opna - yrkingar, Sprotin[11]

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Bfl.fo, Marjun á fronskum
  2. Forlagettorgard)
  3. Samlaget.no
  4. "Skrifa í sandinn" (in Icelandic). http://www.borgarbokasafn.is/is/content/skrifa-%C3%AD-sandinn-0. Heintað 23 February 2016. 
  5. Listinblog.blogspot.dk Tíðindaskriv: Marjun Syderbø Kjelnæs – nýtt, flott avrik
  6. Sprotin.fo
  7. Snar.fo
  8. Tjodpallur.fo, Tóm rúm
  9. Mikkelsen, Jonhard (25 January 2016). "Úr duldum dýpum" (in Faroese). Sprotin. http://sprotin.fo/show_news.php?NewsId=496. Heintað 21 February 2016. 
  10. "DR Big Bandet". halostar.net. http://www.halostar.net/singer-eivr/video/56af78258e1d4e430f8b6bc5-dr-big-bandet.html. Heintað 23 February 2016. 
  11. "Opna (Pappírsbók)" (in Faroese). Sprotin. http://sprotin.fo/show_product.php?ProductId=699. Heintað 21 February 2016. 
  12. EMU.dk Nordisk Skolebibliotekarforening, Nordisk Børnebogspris 2011, Marjun Syderbø Kjelnæs Færøerne
  13. norden.org

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]