Annika Hoydal

Annika Hoydal (fødd 19. november 1945) er ein sjónleikari, songkvinna og tónasmiður úr Havn. Hon er limur í bólkinum Harkaliðnum. Hon er búsitandi í Danmark har hon m.a. hevur virkað sum sjónleikari á palli, í filmi, sjónvarpi og útvarpi.
Lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Annika er fødd í Havn, hon er dóttir føroyska rithøvundan og politikaran Karsten Hoydal og donsku Marie Louise Hoydal, fødd Falk-Rønne. Hon hevur tríggjar brøður: Gunnar, Kjartan og Egil. Hon er uppvaksin í Føroyum og í Ekvador í Suðuramerika, har familjan búði í nøkur ár. Seinni hevur hon eisini búð í Spania og Skotlandi. Í 1973 var hon útbúgvin sum sjónleikari á Statens Teaterskole, men hennara royndir sum sjónleikari byrjaði longu í 1960-árunum við studentakabaret í Hoydølum, og í 1968 spældi hon við í í ”Færinger frænder” á Fiolteatret í Keypmannahavn.
Hon hevur búð í Keypmannahavn í nógv ár og er kend í øllum Norðanlondum og í Týsklandi sum sjónleikarinna. Hon hevur eisini verið sera virkin sum songkvinna. Í 1973 útgav hon plátuna Til børn og vaksin við barnasangum, sum Hans Andrias Djurhuus hevur yrkt. Henda útgávan var útgivin sum fløga í 1998. Annika luttók í Dansk Melodi Grand Prix 1979 við sanginum "Aldan", sum hon sjálv hevði gjørt lag til, og sum bróðir hennara Gunnar Hoydal hevur yrkt.[1] Sangurin gjørdist nummar fýra.
Í 1966 sang hon á fyrsta sinni við Harkaliðnum í Føroyum. Tey gjørdust sera vælumtókt og eru enn virkin av og á, tó við broyttari manning: Annika Hoydal, Jógvan Dahl, Eyðun Mohr Hansen og Kaj Johannesen.
Politikarin Høgni Hoydal er bróðursonur Anniku.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Annika Hoydal
[rætta | rætta wikitekst]- Á hesari plátuni, sum ber áskriftina Fylt nísa er millum annað barnasangurin Beinta, sum er yrktur av Oskar Hermannsson og hevur lag eftir C. Wahl.
Harkaliðið
[rætta | rætta wikitekst]Annika Hoydal, Jógvan Telling Joensen, Kári Mouritsen, Jógvan Dahl, umframt Jaspur Petersen (bert á fyrstu útgávuni)
Sjónleikir í úrvali
[rætta | rætta wikitekst]| Sjónleikir | Pallur/Sjónleikarhús |
|---|---|
| Kabarettirnar | Sjónleikarhúsið, Tórshavn[2] |
| Færinger Frænder | Fiolteatret |
| Cabaret | Det Danske Teater |
| Den Hvide Hore | Café Teatret / Folketeatret |
| Kasper Häuser | Boldhusteatret |
| Some Like it Hot | Gladsaxe Teater |
| Circus ½ | Fiolteatret |
| Kommunens Sidste Dage (Genivieve) | Fiolteatret |
| Saltomortale | Café Teatret |
| Hvønn Stakkin skal eg Fara í Pápi (Annika í Dímun) | Sjónleikarhúsið, Tórshavn |
| To Akter om Fem Kvinder ( Anne Sofie) | Folketeatret |
| Et Drømmespil ( portnerkonen ) | Posthusteatret |
| Mågen ( Masja ) | Det Danske Teater |
| Sommerhuset ( Susanne ) | Odense Teater |
| Kat på et varmt Bliktag ( Svigerinden ) | Odense Teater |
| Jøsses Piger | Odense Teater |
| Männersache | Teatret ved Sorte Hest |
| Hamlet ( Ophelia ) | Saltlagret |
| Doña Rosita | Alléscenen |
| Kryb for Alt hvad Du har Kært | Café Teatret |
| Et Dukkehjem ( Fru Linde ) | Det Danske Teater |
| Som Man Behager ( Celia ) | Det Danske Teater |
| Det Gamle Spil om Enhver | Børglum Kloster |
| Latterlighedens Pris | Teatert ved Sorte Hest / Gladsaxe Teater |
| Undskyld hvor Ligger Eros ( Onewoman-show ) | Teatret ved Sorte Hest (vár og heyst) |
| Undskyld hvor ligger Eros | Hvidovre Teater (turné) |
| Rock og Rå Latter ( Dario Fo´s Laser og Pjalter ) | Gladsaxe Teater |
| Laser og Pjalter ( Fru Peachum ) | Det Danske Teater |
| Med Brændende Kærlighed | Hvidovre Teater |
| Sommergæster | Hustes Teater |
| Alf Prøysen: Kom nu i Nat | Café Teatret |
| Øglenatten | Jomfru Ane Teatret |
| Et Drømmespil | Teatret ved Sorte Hest |
| Kvindernes Dekameron | Kanonhallen |
| Kielgasten ( Viola von Horney ) | Mecurteatret ( Kim Larsens Produktion ) |
| Det er Svært at Dø i Dieppe | Teatre de L´Utopie (La Rochelle, í Fraklandi ) |
| Melodien der blev væk | Hvidovre Teater |
| Mogenstrup revyen (1992) | Mogenstrup Kro |
| Mogenstup Revyen (1993) | Mogenstrup Kro |
| Snedronningen ( Snedronningen ) | Team Teatret |
| Medea | Det Danske Teater |
| Folk og Røvere i Kardemommeby ( Tante Sofie ) | Bellevue Teatret |
| Løgnen | Kaleidoskop |
| Historien om en Moder | Husets Teater, Gaia – Teatret |
| 8 Små Mirakler | Christians Kirken |
| I Morgen og i Morgen ( Version af Macbeth ) | Bådteatret |
| Benny Andersen Kabaret | Bådteatret |
| Køksdrotningarnar( Die Præsidentinnen) Tvazz, | Meiaríið, Tórshavn |
| Tóm rúm | Tjóðpallur Føroya |
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- 2016 - Vann eina Faroese Music Award í bólkinum Ársins tónleikaheiður.[3]
- 2016 - Vann eina Faroese Music Award í bólkinum Ársins kvinnuligi ella mannligi sangari í bólkinum Folk, Country og Blues.
- 2016 - Vann eina Faroese Music Award í bólkinum Ársins útgáva fyri Endurljós.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Privat heimasíða við teksti til sangin Aldan". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2006-10-05. https://web.archive.org/web/20061005010235/http://heima.olivant.fo/~finnur/tekst/aldan.htm. Heintað 2014-01-30.
- ↑ "Hoydal.dk". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-14. https://web.archive.org/web/20150914203805/http://www.hoydal.dk/fo/fo_index.php?page=pages/biografi.php&table=fo_bio&subpage=pages/fo_cv.php#cv. Heintað 2014-01-30.
- ↑ Trondheim, Rakul J. (13. mars 2016). "Og vinnararnir gjørdust...". Kringvarp Føroya. https://kvf.fo/roddin/greinar/2016/03/13/og-vinnararnir-gjordust. Heintað 12. marts 2017.