Karsten Hoydal
| Karsten Hoydal | |
|---|---|
![]() | |
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 28. mar 1912 í/á Hoydalar |
| Andaðist | 4. apr 1990 |
| Alma mater | University of Copenhagen Faculty of Life Sciences |
| Starv | høvundur, politikari, yrkjari, agronomist |
| Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
| Børn | Gunnar Hoydal, Annika Hoydal, Kjartan Hoydal |
| Mál | danskt mál, Føroyskt mál |
| Dátuheiti | |
| ISNI | 0000000114909504 |
| VIAF | 43340906 |
| LCAuth | n86841209 |
| Commons | Karsten Hoydal |
Karsten Hoydal (28. mars 1912 í Hoydølum - 4. apríl 1990) var føroyskur rithøvundur.
Hann fór ungur til Danmarkar at útbúgva seg innan landbúnað og fiskivinnu og starvaðist innan hetta arbeiðsøkið. Eitt skiftið var hann í Ekvador sum ráðgevi hjá Sameindum Tjóðum. Hann var løgtingsmaður og landsstýrismaður umboðandi Tjóðveldisflokkin. Karsten var fjøltáttaður høvundur og skald. Hann skrivaði yrkingar, stuttsøgur, týddi, ummælti, skrivaði yrkisgreinar og barnasøgur. Í sínum skaldskapi lýsti hann m.a. náttúruna, lívskorini, barnalyndið og vandan við kríggi og hernaðardubbing. Karsten Hoydal var nýskapandi høvundur, bæði málsliga og innihaldsliga.
Fyrsta útgáva hansara var Náttarljóð, hon stóð í Varðanum 12, og var prentað í 1932.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Karsten Hoydal gav út 4 yrkingasøvn: »Myrkrið reyða« 1946, »Syngjandi grót« 1951, »Vatnið og ljósið« 1960 og heildarsavnið »Teinur og tal« 1972.[1]
- 1934 – Barnið, bergið og blómurnar
- 1946 – Myrkrið reyða (yrkingasavn)
- 1951 – Svimjingarbeltið í Míni jólabók
- 1951 – Syngjandi grót
- 1960 – Vatnið og ljósið
- 1971 – Leikapettið
- 1972 – Teinur og tal (3 yrkingasøvn í einari bók)
- 1979 – Frændarøddir
- 1980 – Heðin, Marjun og tjøldrini
- 1986 – Suð í grasi
- 1999 – Lív heldur á
Heiðurslønir
[rætta | rætta wikitekst]- 1961 M.A.Jacobsen
- 1973 Heiðurslimur í brasilianskum rithøvundafelag
- 1988 M.A.Jacobsen - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri annað mentanaravrik.
Familja
[rætta | rætta wikitekst]Kona hansara var Maria Louisa, fødd Falk-Rønne. Saman áttu tey fýra børn: tvíburðarnir Gunnar og Kjartan, Anniku og Egil. Politikarin Høgni Hoydal er abbasonur hansara.[2]
