Tjóðpallur Føroya

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Tórsgøta í Havn. Tjóðpallur Føroya er í gula bygninginum mitt á myndini.

Tjóðpallur Føroya er ein almennur stovnur, ið er skipaður við Løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003. Tjóðpallur Føroya húsast í bygningi í Tórsgøtu í Havn.

Tjóðpallurin skal sambært lógini[rætta | rætta wikitekst]

  • Í virksemi sínum leggja dent á føroysk verk á dygdargóðum listaligum støði eins og stovnurin skal framføra klassisk so væl sum nútímans altjóða verk.
  • Geva borgarunum í øllum landinum eitt breitt og dygdargott tilboð av leiklist - sjónleiki so væl sum aðrari palllist.
  • Tryggja sjónleikarum, dansarum og øðrum leikhússtarvsfólki hóskandi arbeiðsmøguleikar til tess at menna yrkisførleikar teirra.
  • Skipa fyri leiklistaligum útbúgvingum og eftirútbúgvingum.
  • Fremja og menna yrkis- og áhugaleiklistina í Føroyum.

Leikverk[rætta | rætta wikitekst]

Yvirlitið er ikki fullfíggjað

Leikverk 2014[rætta | rætta wikitekst]

Leikverk 2013[rætta | rætta wikitekst]

leiklutirnar.[1]

Leikverk 2012[rætta | rætta wikitekst]

  • Tak teg saman - ungdómsleikur/musical-lestur, framførdur í Perluni í oktober 2012[4] orsakað av at herverk var framt á Tjóðpallin. Tey leikandi: Beinta Clothier, Kjartan Hansen og Bartal Augustinussen. Leikritið er skrivað í 2007 av dananum Heinrich Christensen.[5]
  • Breaking the waves - frumframførdur á Tjóðpallinum 24. mars 2012.[6] Leikrit: Vivian Nielsen eftir filmshandriti hjá Lars von Trier, Peter Asmussen og David Pirie, týðing til føroyskt: Laura Joensen, leikstjórnað: Guðjón Pedersen. Høvuðsleiklutirnar sum Bess og Jan høvdu Beinta Clothier og Hjálmar Dam.[7]

Leikverk 2011[rætta | rætta wikitekst]

Leikverk 2010[rætta | rætta wikitekst]

  • Heimsins bestu jarðarferðir – sýningar á Tjóðpallinum og á turné – 27 sýningar og 1.782 áskoðarar[8]
  • Danny Crowe Show – 20 sýningar og 1.236 áskoðarar
  • Kirsiberjagarðurin – 30 sýningar og 2.472
  • Vatnið vinnur harðar hellur – 11 sýningar í Beitishúsinum og 623 áskoðarar
  • Brot úr leikinum Logi, logi eldur mín og hugleiðingar um Johannu Mariu Skylv Hansen – sýningar í Tórshavn og á Sandi - 4 sýningar – 250 áskoðarar

Tilsamans hava 92 sýningar verið og 6.363 áskoðarar. 57 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 41 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 4 næmingar verið í starvsvenjing. Tvey leikverk, sum vóru stuðlað av kontuni Stuðul til Yrkisleiklist, hava vant og spælt í hølunum hjá Tjóðpallinum. Leikbólkurin Gríma: “Apan” 9 sýningar og leikbólkurin Grugg: “Goym moralin til seinni” 15 sýningar. Det Ferösche Compagnie fór undir venjingar av “Indberetninger fra en rejse i Færø”

Harumframt vóru 2 sýningar av gestaleikinum “Duvorna” frá Sjónleikaraskúlanum í Luleå, tónleikatiltøk o.l.

Leikverk 2009[rætta | rætta wikitekst]

  • Nordost – turné – 9 sýningar og 567 áskoðarar
  • Kvinnan í svørtum – 22 sýningar og 1.488 áskoðarar
  • Í Óðamansgarði – 2 sýningar á Þjóðleikhúsinum í Reykjavík
  • Postkort úr Havn – saman við Havnar Sjónleikarfelag – 16 sýningar og 1.200 áskoðarar
  • Aftaná Undrið – 28 sýningar og 2.061 áskoðarar, frumsýning 24. oktober 2009

Tilsamans hava 89 sýningar verið og 6.275 áskoðarar. 71 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 46 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 3 næmingar verið í starvsvenjing. Eitt leikverk, sum varð stuðlað av kontuni Stuðul til Yrkisleiklist, hevur vant og spælt í hølunum hjá Tjóðpallinum. Leikbólkurin Gríma “Pietá” 16 sýningar – 792 áskoðarar.

Leikverk 2008[rætta | rætta wikitekst]

  • Eg eri mín egna kona – 20 sýningar og 1743 áskoðarar - Á Meiarínum, frumsýning 9. mars 2008
  • Café Grugg - 6 sýningar og 576 áskoðarar - Á Meiarínum
  • Nordost – 22 sýningar og 2093 áskoðarar - Á Meiarínum
  • Í Geyma – 18 sýningar og 2.538 áskoðarar - Í Norðurlandahúsinum

Tilsamans hava 69 sýningar verið og 7693 áskoðarar. 49 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 39 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 3 næmingar verið í starvsvenjing.

Leikverk 2007[rætta | rætta wikitekst]

  • Søgan um ein soldát – turné – 10 sýningar og 1.003 áskoðarar
  • Náttarherbergið – 17 sýningar og 1.302 áskoðarar, á Meiarínum
  • Náttin áðrenn skógin – 19 sýningar og 656 áskoðarar
  • Café Grugg – 4 sýningar og 365 áskoðarar
  • Ferðsluálvurin Mórreyða – turné - 36 sýningar og 2.494 áskoðarar

53 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 37 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 4 næmingar verið í starvsvenjing.

Leikverk 2006[rætta | rætta wikitekst]

  • Limbo (Margareta Garpe) – 22 sýningar og 1.547 áskoðarar, á Meiarínum
  • Í Óðamansgarði – 6 sýningar og 2.221 áskoðarar, í Norðurlandahúsinum
  • Søgan um ein soldát – 1 sýning og 84 áskoðarar, Posthúskjallarin

Tilsamans hava 32 sýningar verið og 5.617 áskoðarar. 108 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 78 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 6 næmingar verið í starvsvenjing.

Leikverk 2005[rætta | rætta wikitekst]

  • Momo – 30 sýningar og 2.554 áskoðarar, á Meiarínum, frumsýning 13. mars 2005
  • Sellofan – 26 sýningar og 2.502 áskoðarar, á Meiarínum
  • Ronja Ránsmansdóttir – 20 sýningar og 7.142 áskoðarar, í Norðurlandahúsinum

Tilsamans hava 76 sýningar verið og 12.198 áskoðarar. 112 fólk hava verið knýtt at Tjóðpallinum í styttri ella longri tíð, av hesum vóru 57 lønt av Tjóðpallinum. Umframt hetta hava 6 næmingar verið í starvsvenjing

Tilvísingar[rætta | rætta wikitekst]

  1. listinblog.blogspot.com, Keisarans nýggju klæðir á tjóðpallinum
  2. tjodpallur.fo, MYRKURSINS BØRN: Seinastu sýningar á Tjóðpallinum.
  3. listinblog.blogspot.com, Myrkursins Børn
  4. listinblog.blogspot.com, Tak teg saman - eitt viðmæli
  5. tjodpallur.fo, «Tak Teg Saman!»
  6. kvf.fo, Góðan morgun Føroyar, Leikur um kærleika - og angist fyri tí nýggja
  7. tjodpallur.fo, Breaking the waves
  8. tjodpallur.fo

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]