Jump to content

Tórsgøta

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tórsgøta sæð úr Vágsbotni. Miðlahúsið er vinstrumegin og Hotel Tórshavn er høgrumegin Tórsgøtu.

Tórsgøta er ein gøta mitt í Havn, har tónleikatiltøk og onnur tiltøk av og á verða hildin. Umframt at gøtan eitur Tórsgøta nevnir Tórshavnar kommuna eisini gøtuna mentanargøtan.[1] Tórsgøta byrjar niðri í Vágsbotni, har sum Miðlahúsið og Hotel Tórshavn eru.

Í gøtuni eru millum annað Gamla Meiaríið, har Tjóðpallur Føroya húsast, ungdómshúsið Margarinfabrikkin, kantinan hjá Tórshavnar Kommunu í Posthúskjallaranum, niðast í gøtuni eru Hotel Tórshavn við matstovuni Hvonn og Miðlahúsið.

Ólavsøkukonsertin í Tórsgøtu

[rætta | rætta wikitekst]
Niðari partur av Tórsgøtu í Havn. Tjóðpallur Føroya er guli bygningurin høgrumegin.

Seinastu árini hevur Ólavsøkukonsertin verið hildin í Tórsgøtu.[2]

Asfalt í Tórsgøtu

[rætta | rætta wikitekst]

Tónleikatiltakið Asfalt hevur eisini verið í Tórsgøtu í fleiri ár fyrst í juni.[3][4] Í 2008 var ASFALT tó avlýst.[5] Í 2009 var Asfalt tónleikatiltakið aftur á skránni, men hesaferð tíðliga í juli.[6] Í 2007 var eisini eitt tiltak fyri børn á Asfalt tiltakinum.[7]

Tórsgøta um kvøldið. Margarinfabrikkin og Tjóðpallur Føroya síggjast á myndini.
  1. Torshavn.fo
  2. Torshavn.fo
  3. Torshavn.fo
  4. Torshavn.fo, ASFALT
  5. Portal.fo, Einki Asfalt í summar
  6. Portal.fo, Tinganest á Asfalt
  7. Planet.portal.fo[deyð leinkja]

Útvortis ávísingar

[rætta | rætta wikitekst]