Miðlahúsið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Miðlahúsið í Vágsbotni sæst vinstrumegin

Miðlahúsið í Vágsbotni er ein miðlafyritøka í Føroyum, sum veitir tíðindi umvegis tíðindablaðið Sosialurin, útvarpsrásina Rás2 og internettíðindaportalin in.fo. Afturat Sosialinum eru eisini onnur bløð, ið Miðlahúsið gevur út. Í 2004 gjørdi Sosialurin av at flyta alt virksemið heim í gomlu handilshølini hjá Valdemar Lutzen í Vágsbotni í Havn, sum stóðu klár tann 15. apríl í 2005, nevnd Miðlahúsið í Vágsbotni.[1]

Føroyskar tónleikavirðislønir[rætta | rætta wikitekst]

Miðlahúsið skipaði fyri Planet Awards frá 2005 til 2012. Navnið hevði samband við planet.fo, sum var ein partur av portal.fo tíðindaportalinum, ið Miðlahúsið/Sosialurin veitti tíðindi til líka til Portalurin var seldur í 2013 og Miðlahúsið ikki longur var veitari av tíðindum, og tá bar ikki longur til hjá Miðlahúsinum at halda fram við Planet Awards. Í staðin varð ein nýggj tónleikavirðisløn sett á stovn, sum tríggir stórir aktørar stóðu saman um: Miðlahúsið, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið. Øll hesi vóru samd um, at tað var brúk fyri einum slíkum tiltaki, ið heiðrar føroyskum tónleiki og føroyskum tónleikarum. Nýggja tónleikavirðislønin fekk enska heitið Faroese Music Awards, stytt FMA, á føroyskum er heitið Føroysku tónleikavirðislønirnar.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Facebook.com, Miðlahúsið

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]