Planet Awards

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Planet Awards (Planet Award) er føroysk virðisløn ella heiðursløn sum verður latin á hvørjum ári til ymiskar bólkar og einstaklingar innan føroyskan tónleik, sum onkursvegna hava skarað framúr. Tað er Miðlahúsið: Sosialurin, Rás2 og Portal.fo sum standa fyri handanini av virðislønunum. Tað eru lesarar og áhoyrarar hjá hesum fjølmiðlum, sum kunnu atkvøða við at senda sms boð til tann tónleikara, sangara ella tónleikabólk. Tey tónleikanøvnini sum hava fingið flestar atkvøður vinna so heiðurslønir. Fyrireikararnir velja sjálvir, hvønn teir vilja heiðra við Planet Herðaklappinum. Í 2013 varð portal.fo selt til Knassar. Sosialurin gavst tá at skriva tíðindi á portal.fo og fekk sær tíðindaportalin in.fo í staðin. Planet.fo er ein partur av portal.fo, og m.a. tí gavst árliga tiltakið Planet Awards. Stutt fyri jól 2013 kunngjørdi Miðlahúsið, at tey fara at gera eitt annað og størri tónleikatiltak ístaðin, sum eisini fer at heiðra føroyskum tónleiki og tónleikarum, tað verður ikki hildið millum jól og nýggjár, sum Planet Awards var, men nakað seinni, tiltakið verður fyriskipað saman við øðrum.[1] Planet Awards 2012 gjørdist sostatt seinasta tiltakið við hesum heitinum. Í 2014 varð ein nýggj føroysk tónleikavirðisløn sett á stovn við heitinum Faroese Music Awards (FMA) ella á føroyskum: Føroysku tónlistavirðislønirnar. Tær fyrstu virðislønirnar verða handaðar 15. mars 2014 í Norðurlandahúsinum. Tað eru Kringvarp Føroya, Miðlahúsið og Norðurlandahúsið, ið standa fyri tilnevningum og handanum av tónleikavirðislønunum.

Planet Awards - Planet Heiðurslønir - Bólkar[rætta | rætta wikitekst]

Planet heiðurlønirnar verða bólkaðar soleiðis:

  • Besti føroyski bólkur ella einstaklingur
  • Besta útgáva
  • Besta songkvinna
  • Besti sangari
  • Besti nýggi bólkur
  • Besta lagið

Harumframt verður latið "Planet Herðaklapp", eisini rópt "Ársins Herðaklapp".

Vinnarar av Planet Awards 2012[rætta | rætta wikitekst]

Eivør vann 3 Planet Awards í 2012

Vinnararnir av Planet Awards 2011[rætta | rætta wikitekst]

Lena Anderssen vann 3 Planet Awards í 2011 og var ársins songkvinna 2008

Planet Awards 2010[rætta | rætta wikitekst]

Jens Marni Hansen var ársins sangari 2010 og 2008

Vinnararnir av Planet Awards 2010 vóur hesi:

Í 2010 komu tveir nýggir bólkar við:

  • Ársins besta tónleikamynd
  • Ársins besta YouTube innslag

Planet Awards 2009[rætta | rætta wikitekst]

Brandur Enni var ársins sangari 2009

Planet Awards 2008[rætta | rætta wikitekst]

Planet Awards 2007[rætta | rætta wikitekst]

Guðrið Hansdóttir var ársins songkvinna 2007 og bestu útgávu í 2009 við The Sky is Opening.

Planet Awards 2006[rætta | rætta wikitekst]

Planet Awards 2005[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. In.fo, Nýggjur avloysari til Planet Awards
  2. Planet.fo, Swangah Dangah best av bólkunum
  3. Lena, Lena og aftur Lena!
  4. Planet.fo, Ársins sangari er Hans Edward Andreasen
  5. Planet.fo, Fólkið valdi Vanju
  6. Nicolina fekk herðaklappið
  7. Planet.portal.fo, Hesi hava vunnið Planet Awards
  8. Planet.portal.fo, Planet Awards: The Dreams eru bestir.
  9. Planet.fo Lena Andersen konsert í Vestmanna
  10. AME.fo