Jump to content

Frændur

Henda greinin er úrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Frændur eru upprunaliga sprotnir burturúr virkna ungdómsfelagnum í Klaksvík fyrst í 1980'unum. Manningin í bólkinum hevur verið nakað skiftandi, men tó hevur kjarnin alla tíðina verið Steintór Rasmussen og brøðurnir Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe.

Frændur framførir her á Jóansøkufestivalinum 2009 á Tvøroyri.

Teir hava síðan fyrstu LP-plátuna Saman við tær verið millum kendastu og best umtóktu tónleikabólkarnar í Føroyum. Á fyrstu plátuni hevði Steintór Rasmussen skrivað øll orðini og mestsum øll løgini, men seinni mentu Rani Nolsøe og serliga Eyðun Nolsøe seg eisini sum sangskrivarar. Á plátuni sungu beiggi teirra Niels Chr. Nolsøe og Hanus G. Johansen eisini á nøkrum av sangunum.

Í 1986 kom onnura plátan hjá Frændum. Hon bar einfalda heitið Frændur II, og hon gjørdist so mikið væl umtókt, at hon skjótt var útseld. Tað sama gjørdi seg galdandi, tá ið plátan seinni varð endurútgivin á fløgu. Plátan var eftir tátíðar máti í Føroyum óvanliga væl produserað, og við klassikarum sum Føroyar, ið mestsum hevur fingið status sum eitt alternativ til Tú alfagra land mítt, og Eros, sum Terji Rasmussen skrivaði og sang, er tað ikki so løgið.

80'ini var triðja útgávan hjá Frændum, og samstundis gjørdist hetta fyrsta føroyska fløguútgávan, ella ljómfløga, sum tað æt tá. Á plátuni endurnýttu Frændur væleydnaða formularin frá Frændur II. Plátan verður tí ikki mett at vera eins original og tann fyrra, men kortini gjørdist hon rættiliga vælumtókt.

Mítt land varð skorin eftir sama leisti sum tær báðar undanfarnu, og kanska var tað virkandi til, at hendan plátan tykist eitt sindur anonym í mun til hinar báðar. Fleiri góð løg eru tó á plátuni, og mangan vóru Mítt land (sangurin) og Uttanumtos at hoyra.

Frændur valdu í 1997 bæði at ganga teimum á møti, ið ynsktu at fáa nýtt tilfar frá bólkinum, og teimum, sum vildu hava teir bestu sangirnar á somu útgávu. Úrslitið var sera vælumtókta savnsfløgan Svart gull. At frændurnir í somu útbering fingu bøtt nøkur arrangement, ið teir vóru vorðnir ónøgdir við, kundi tú sum lurtari frøðast um sum eitt kuriosum, ella ilskast inn á, alt eftir hvussu lagið var.

Svart gull man vera fyrsta føroyska dupultfløgan, men hetta var tó ikki fyrstu ferð, at gamlar landaplágur blivu samlaðar á einari útgávu. Longu í 1970'unum skipaði Hansemann Tórgarð fyri útgávunum Vit minnast 1 og Vit minnast 2, har gomlu singulpláturnar við Simme & Co, Tey av Kamarinum, Faroe Boys og mongum øðrum kundi fáast á somu plátu.

Fyri at markera at nú vóru 20 ár liðin, síðan Frændur fyrstu ferð spældu alment, góvu teir í 2003 út eina fløguboks við teimum upprunaligu plátunum í. Boksin, ið hevði positiva heitið Eg vil elska, eg vil liva, var snøgg á at líta og man hava ligið undir mongum jólatræi, tí hon kostaði lítið meir enn ein støk fløga kostar. Anker Eli Petersen hevði prýtt húsan, so nú tóktist sirkulin eftir tjúgu hendingarík ár av vera fullfíggjaður. Anker Eli Petersen prýddi eisini húsan á Saman við tær.

Í boksini Eg vil elska, eg vil liva eru tó ikki allir sangirnir hjá Frændum. Hesi árini hevur bólkurin havt stakar sangir við á nøkrum savnsfløgum. Far so væl var á plátuni Ung 85, ið LFÚ tók stig til, og Balladan um Jésus Escuan og Tey dansa eins og skuggar vóru á fløguni Amnesty tónar. Nýggju sangirnir og nýinnspælingarnar á Svart gull eru heldur ikki við í boxini, men helst hava teir hildið, at tað hevði verið at lumpað fólk at keypt somu vøru fleiri ferð.

Bæði Steintór Rasmussen og Eyðun Nolsøe hava givið út fløgur í egnum navni. Fløgurnar Millum Frændur og Kærleikans vallaraheim hjá Steintóri Rasmussen kunnu við einum góðum vilja næstan teljast upp í Frændur pláturnar, tí Nolsøe brøðurnir eru báðir við, og sangir av hesum fløgum eru mangan við á skránni, tá ið Frændur spæla. Tað sama er galdandi við minnisfløguni Bjørn Afzelius - Sangur til frælsi.

Hesar tríggjar fløgur eru tí eisini at finna í yvirlitinum niðanfyri.

Steintór Rasmussen tók í 2004 stig til stóra tónleikatiltakið Summarfestivalurin, sum varð hildin í Klaksvík í august sama ár. Íblásturin kom m.a. frá G! Festivalinum, sum tónleikasamtakið Grót á fyrsta sinni skipaði fyri á sandinum í Syðrugøtu í 2002.

Summarfestivalurin eydnaðist so mikið væl í 2004, at festivalurin aftur varð hildin í 2005 við m.ø. Brian McFadden, Shakin' Stevens og Anne Linnet sum høvuðsnøvnum. Leygarkvøldið 6. august var helst størsta mannfjøld (8.000!) til eitt tónleikatiltak í Føroyum savnað á Vágsbø í Klaksvík. Tað verður helst trupult at savna enn fleiri fólk til eitt tónleikatiltak í Føroyum, men hvussu er og ikki, so sær út til at Summarfestivalurin í Klaksvík er komin fyri at vera.


Planet Award vinnari - Ársins herðaklapp

[rætta | rætta wikitekst]

Frændur vann heiðurin Ársins herðaklapp 2009, sum er ein av heiðurlønunum í árliga Planet Awards, sum Miðlahúsið og Sosialurin lata á hvørjum ári.[1] Archived 2012-05-30 at Archive.today