Rani Nolsøe
Rani Nolsøe er føroyskur gittarleikari, sangari og sangsskrivari. Rani er klaksvíkingur. Umframt at vera kendur innan føroyskan tónleik, so er Rani Nolsøe eisini kendur sum telvari.
Frændur
[rætta | rætta wikitekst]Rani er kendur úr bólkinum Frændur og skrivar bæði orð og løg til bólkin. Frændur vóru nógv frammi í 1980-unum, men enn í dag hava Frændir konsertir í Føroyum, og eisini eru teir av og á í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn og framføra, har nógv fólk plaga at savnast saman. Í 2009, tá 25 ár vóru liðin, síðan Frændur veruliga gjørdu vart við seg, gav bólkurin út eina spildur nýggja útgávu, sum kom út 21. november 2009.
Ársins herðaklapp
[rætta | rætta wikitekst]Tónleikabólkurin Frændur fekk heiðurin "Ársins herðaklapp 2009", sum Miðlahúsið letur á hvørjum ári henda heiður til onkran, sum hevur havt serstakan týdning fyri føroyska tónleikaheimin.
Stjóri í Íverksetarahúsinum
[rætta | rætta wikitekst]Í løtuni er Rani Nolsøe virkin í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, har hann er stjóri. Hann hevur eisini starvast sum lærari í heimsspeki (filosofi) í TSK (Tekniska Skúla í Klaksvík). Rani er kendur fyri sín frálíka gittarleik, og hevur hann verið gittarleikari hjá sangarinnum sum Arnfríð Lútzen og Ingibjørg Hansen.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Portal.fo, Frændur lidnir við sangirnar
- Portal.fo, Frændur fingu Ársins Herðaklapp
- Portal.fo, Íverksetarahúsið nýggja nevnd
Ávisingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Myspace.com, Frændur
- Sangtekstir.com