Jump to content

Hanus G. Johansen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hanus G. Johansen syngur í Stóra Pakkhúsi í Vági í 2010.

Hanus Gjærdum Johansen, var kendur sum Hanus G. ella Hanus G. Johansen, (føddur í Klaksvík 18. juni 1950.[1], hann andaðist 11. oktober 2025, 75 ára gamal[2]).

Hanus var kendur sum vísusangari og tulkaði millum annað norska yrkjaran Jakob Sande. Hann framførdi onkuntíð við Aldubáruni og sang eisini saman við Frændum. Í 1998 var hann føroyskt innslag á mentanartiltaki í økinum kring Flekkefjord í Noregi.

Hanus gjørdi løg til yrkingar síðani síðst í 70-árunum og hann metti, at hann tilsamans gjørdi løg til áleið 250 yrkingar.[1] Hann var serliga kendur fyri at tulka yrkingarnar hjá kenda føroyska skaldinum Poul F. Joensen. Hanus gjørdi løg til áleið 90 yrkingar hjá Hargaskaldinum.[1] Hann gav út LP og kasettuband í 1988, sum nevndist "Gaman og álvara - Hanus syngur Poul F." Henda útgáva kom út sum fløga (CD) 20 ár seinni í 2008.[3]

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

  1. 1 2 3 4 Tá tað rann saman millum Hanus G. og Pól F., portal.fo/dimma
  2. Hanus G. deyður, 75 ára gamal, kvf.fo, 11. 10. 2025
  3. 1 2 Rateyourmusic.com
  4. rateyourmusic.com - Heitur kossur
  5. "Aldubaran.com, frå leddiken". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-01-11. https://web.archive.org/web/20120111110433/http://www.aldubaran.com/Discography/Flogur/fra%20leddiken.html. Heintað 2010-06-16.
  6. "Aldubaran.com, Bouquet". 2012-01-11. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-09-26. http://archive.today/Bi8vB.
  7. FMA 2024: Hanus G. heiðraður við ársins tónleikaheiðri, kvf.fo, 9.03.2024
  8. FMA: Hanus G. Johansen fekk ársins tónleikaheiður 2024, in.fo, 9.03.2024
  9. "FMA 2016: Her eru tilnevningarnar". in.fo. 19. mars 2016. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 19. mars 2016. http://archive.today/kuLQ0.
  10. "in.fo, Heimstaðurin heiðraði Hanusi G. Johansen". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-01-02. https://web.archive.org/web/20140102192836/http://www.in.fo/news-detail/news/heimstadurin-heidradi-hanusi-g-johansen/. Heintað 2014-01-01.
  11. "MMR.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-12-31. https://web.archive.org/web/20131231020436/http://mmr.fo/Default.aspx?pageid=16916&NewsItemID=15679. Heintað 2013-01-16.
  12. "Hesi eru tilnevnd til Planet Awards 2012 — planet.fo". 2013-02-17. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-02-17. http://archive.today/YKO8P.
  13. Litteraturpriser.dk