Hans Jákup Glerfoss

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Hans J. Glerfoss)
Jump to navigation Jump to search

Hans Jákup Glerfoss (19. november 1937) er føddur í Mikladali. Best kendur sum málari, men hevur eisini givið yrkingarsøvn út. Glerfoss er føddur í Mikladali í 1937, men vaks upp í Kunoy hjá ommu síni og abba sínum har. Aftan á loknan barnaskúla fór hann fjúrtan ára gamal inn til Klaksvíkar at arbeiða, var eitt skifti til skips, arbeiddi so aftur sum timburmaður í nøkur ár, til hann 27 ára gamal fór at fáast við myndalist og skaldskap burturav.

Í tíðarskeiðnum 1966-1969 greiddi hann til prentingar trý yrkingasøvn "Til B", "Fjallafossar" og "Kvirra í reyðum og bláum", allar frálíka yrkingabøkur.

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

Yrkingar[rætta | rætta wikitekst]

  • 1966 - Til B (yrkingarsavn)
  • 1967 - Fjallafossar (yrkingarsavn)
  • 1969 - Kvirra í reyðum og bláum (yrkingarsavn)

Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • "Eitt blað eg á kann skriva", Juni 2010, EP-fløga við løgum eftir Hanus G. Johansen og tekstum eftir Hans Jákup Glerfoss. Fløgan kom út tann dagin Hanus fylti 60 ár á hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum.

Heiðurslønir[rætta | rætta wikitekst]